Sáttmálasamráðingar
Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið skulu aftur nú til samráðingarborðið.
Tað er greitt, eftir at Fiskimannafelagið hevur sagt sáttmálan við reiðarafelagið upp.
Sáttmálin varð undirskrivaður 6. mai í 2002 og kundi sigast upp til 1. desember í ár og tað varð hann.
Kortini er sáttmálin framlongdur til 15. januar.
À landsfundinum hjá fiskimannafelagnum í gjár greiddi Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, frá teimum málum, sum eru uppi í tíðini.
Hann segði, at tað mest nýskapandi í sáttálanum, sum kom í gildi í fjør, var, at nú hava fiskimenn eisini fingið eina eftirlønarskipan.
Frá 1. juli 2002 var inngjaldið í eftirlønargrunnin 25 krónur um dagin. Av teimum rindaði fiskimaðurin 10 krónur. 1. juli í ár fór gjaldið upp á kr. 47, og av hesum rindar fiskimaðurin tær 20 krónur. Restina rinda reiðararnir.
Stytt túralongd
Ein onnur stór broytingin var í túralongdini. Fram til seinasta sáttmála var hon í mesta lagi 4 mánaðir. Men tað hevur leingi verið greitt, at hetta var ov leingi. Men frá 1. januar 2003 er túralongdin ásett til í mesta lagi 3 mánaðir.
? Hetta er so ein góður bati, men vit rokna hetta bert at vera eitt stig á leiðini at fáa túralongdina enn longur niður, sigur Óli Jacobsen.
Annars hevur trivnaðurin umborð fekk stórt pláss í sáttmálanum, sum er í gildi.
Í hesum sambandi verða eisini skyldur lagdar á fiskimenn.eitt nú skulu teir velja trygdarumboð, og tað skal ikki roykjast í felagshølum umborð.
Somuleiðis skulu skipini útvega útgerð, so tað ber til at hoyra útvarp v.m. gjøgnum serligar hoyriverndarmóttakarar.
Óli Jacobsen sigur, at hetta verður longu gjørt á nøkrum skipum, men hendan ásetingin fer ætlandi at gera sítt til, at hetta fer at verða galdandi fyri allar.
Nýggur sáttmáli
Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur í ársfrágreiðingini, at tað, sum má gerast til ein komandi sátmála, er at endurmeta tey øki, sum eru í sáttmálanum, sum er.
Fyri eftirlønina er tað ein spurningur um krónutalið, sum skal gjaldast inn, er tað rætta og um lutfallið millum fiskimenn og reiðarar er tað rætta.
? Viðvíkjandi túralongd er tað spurningurin, um vit skulu longu nú fara í holt við at fáa hana enn longur niður.Viðvíkjandi trivnaðarmálum er tað ein spurningur um, í hvønn mun ásetingarnar í sáttmálanum eru fylgdar. Men tað stendur eisini til fiskimenn sjálvar at fylgja við og at gera vart við seg, um sáttmálin ikki verður fylgdur.
Men Óli Jacobsen sigur, at sjálvsagt eru tað eisini onnur mál, sum skulu takast upp,
hann sigur, at eitt, sum Fiskimannafelagið hevur frætt um, er, at lógin um frítíð hjá fiskimonnum í veruleikanum er við at verða sett úr gildi.
? Hetta kunnu vit ikki lata um okkum ganga. Her vilja vit gera vart við, hvat sjómanslógin sigur:
Manningin á fiskiskipum hevur, tá ið viðurskiftini ikki gera tað ógjørligt, rætt til 8 tíma hvíld um samdøgurið, soleiðis at 6 tímar av hesi hvíld verða óbrotnir. Á trolarum eigur manningin tó rætt til 6 tíma vaktarskifti. Undantak kann í einstøkum førum verða gjørt, tá ið meirilutin av manningini kemur ásamt við skiparan um hetta.
? Hendan lógin skal sjálvsagt haldast. Og er nakað í mannagongdini umborð á skipunum, sum ger, at menn javnan vakja í óhugnaliga nógvar tímar, so má hetta rættast, sigur Óli Jacobsen.