Óli M. Lassen
Tað er eingin ivi um, at tann fiskivinnugransking við hava sæð tey seinastu árini ikki megnar at fáa tilvega rætta mynd av liviumstøðunum í sjónum. Spurningurin er eisini hvussu vit kunnu tað, tá í bóndin ið sáar markina jú heldur ikki kann siga hvat hann hestar. Her eru viðurskiftir sum ov nógv regn, ov nógv sól og túrkur, ella skaðadjór v.m. At halda at nakrar yvirlitstrolingar, nitrukanningar og gróðurkanningar við meira, ið byggja á eitt veikt hagfrøðisligt tilfar kann siga okkum hvussu nógv vit kunnu veiða av einum fiskastovni hvørt ár er naivt at halda. Tó er eingin ivi um, at tann vitan fiskifrøðingar savna, er sera áhugaverd og kann verða partur av tí grundarlagið fiskivinnupolitikkur-in skal byggja á, men kann hetta ikki standa aleina.
Tann háttur ið nýttur verður gevur ikki eina nágreiniliga og úttømandi vit-an um hesu viðurskiftir, og er tað neyðugt at menna okkara fiskivinnugransking, so at hendan veruliga kann verða grundarlag undir haldgóðum forsøgnum. Tað teoretiska arbeiði má styrkjast munandi og má ein faklig greining gerast millum stovnstrýst, veiðuorku og veiðutrýst.
Í Føroyum eru Feskfiska-flotin so lítil at møguligt er ítøkiliga at gera metingar av broytingunum í veiðuorkuni hjá einstøku skipabólkunum og skipunum um man ynskir tað.
Fiskimenn & fiskifrøðingar samdir
Trupulleikin í Føroyum er, at sjálvt fiskimenn halda, at nakrir línubátar ella línuskip eru við til at oyða grunnarnar við Føroyar. At halda at til dømis 5 Línuskip ella 4 partrolarar og 2 djúpvatnstrolarar og 20 útróðrarbátar meir ella minni eru við til, at oyða fiskivinnumøguleikarnar við Føroyar er heilt burturvið. Heldur er talan um at plássið hjá verandi flota gerst trongligt og harvið ávirkar hetta eisini veiðumøguleik-arnar. Tað eru heilt aðrar náttúrukreftir, ið hava nógv størri ávirkan á livilíkindi og fiskivinnumøguleikarnar við Føroyar, enn ein lítil broyting í samansetingini av flotanum. Hetta prógvar fiskivinnusøgan til fulnar, her er neyðugt at sláa kalt vatn í blóðið og viðurkenna at fiskur hevur stert og kemur og fer. Samstundis sum vit mugu ásanna at veiðan seinastu árini ikki er annarleiðis enn í 1970´unum og 80´ unum.
Fiskivinnan og fjølmiðlarnir
Samfelagið og fjølmiðlarnir sum heild hava ikki megna at fyrihildið seg til, at vinnan hevði nøkur góð ár og at 1996 og 1997 vóru avbera góð ár til tosk og aftur í 2002 og 2003 var góður fiskiskapur eftir toski. Talvan vísir til fulnar hvussu toskafiskiskapurin broytist og sum áður nevnt skal annað og meir til enn ein forkláring um broytt veiðutrýst.