Hóast nógv er framt við fiskivinnunýskipanini, so er hon ikki liðugt ment, og nógv er framvegis eftir at gera, áðrenn allir tættirnir í skipanini fara at virka til fulnar.
Tað staðfestir tjóðveldi í valskrá síni, ið varð almannakunngjørd seinnapartin í dag.
Flokkurin vísir í valskránni á, at fiskivinnunýskipanin hevur staðfest grundreglur, har tilfeingið á sjónum og er ogn føroya fólks, og at útlendskur ognarskapur hevur ikki rætt til fiskin.
Skipanin skal tó áhaldandi mennast, og fleiri tillagingar skulu til, áðrenn skipanin fer at virka til fulnar, segði Høgni Hoydal, formaður í tjóðveldi.
Útróðarflotin, sum í seinastuni hevur verið nógv umrøddur, eftir at fiskidagarnir til bólk 5b brádliga vóru uppi, skal eisini nýskipast á tann hátt, at atgongd til A-loyvi skal markast til teirra, ið kunnu vísa á, at tey hava útróður sum høvuðsvinnu.
Samstundis skal kvotugrundarlagið undir umstríddu menningarkvotunum styrkjast, og tað skal tryggjast, at menningarkvoturnar kunnu latast í longri áramál, enn tær kunnu nú.
Størri partur av fiskinum í føroyska sjónum skal bjóðast til føroysk fiskavirkir, og deplar skulu byggjast kring landið, sum saman við vinnuni menna nýskapan, menning og gransking í fiskivinnuni.
Lóg um veiðigjald skal samtykkjast, har gjaldið skal takast av yvirnormalum vinningi. Í stuttum var sagt um hetta, at tá tað gongur væl í vinnuni, skal gjaldast meira, meðan gjaldið verður minni, tá vinnan hevur niðurgangstíðir. Hetta fyri at tryggja, at øll neyðug atlit verða tikin til gongdina í bæði fiskiskapi og marknaðarprísum.
Eisini skal tryggjast, at veiðigjøld og uppboðssølugjøld "ikki verða drigin beinleiðis uppí, tá manningarnar verða avroknaðar."
Meira verður at lesa um stevnuskránna hjá tjóðveldi í Vikuskiftissosialinum, ið fæst til keyps hóskvøldið.