POLITIKKUR
Tað verða neyvan Anfinn Kallsberg ella restin av Fólkaflokkinum, sum fara at trýsta á ja-knøttin, tá atkvøðast skal um uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um nýggja fiskiveiðilóggávu.
Hóast Tórbjørn Jacobsen segði í Vikuskiftis-Sosialinum, at uppskotið var liberalt, so himprast formaður Fólkafloksins ikki við at kalla tað vinstravent.
- Hatta er tað mest sosialistiska uppskotið í longri tíð, men tað er gott at Tjóðveldisflokkurin avdúkar, hvør hann er.
- Men tað er kanska eitt sindur nógv at krevja, at ein gjøgnum-sosialistiskur flokkur skal vera samdur við ein borgarligan flokk, sigur Anfinn Kallsberg, og sipar serliga til teirra støðu til vinnuøkinum.
Anfinn Kallsberg er sostatt ikki samdur við Tjóðveldisflokkin í hesum máli.
Hann vísir á, at fiskivinnan hevur brúk fyri tryggleika, og tað metir hann ikki, at hetta nýggja uppskotið fer at geva vinnuni.
- Eitt loyvi uttan skip er einki vert, og eitt skip uttan loyvi er heldur einki vert, sigur Anfinn Kallsberg, sum sigur seg stúra fyri, at útlendskir keyparar fara at gera seg um seg og keypa loyvi við hjálp frá føroyskum strámonnum.
Anfinn Kallsberg sigur seg annars ikki tíma at brúka tíð og orku upp á hetta uppskotið frá tí størsta andstøðuflokkinum, og heldur, at fiskivinnupolitikkur skal viðgerast í samgonguni.
- Hetta er alt ov vigtugt til at viðgera í bløðunum, sigur Anfinn Kallsberg.