Formenninir í øllum flokkum á løgtingi fara á stórum kjakfundi í Klaksvík at viðgera framtíðar fiskivinnupolitikkin. Evnið er sera aktuelt, nú lógin um vinnuligan fiskiskap skal avloysast av eini fiskivinnunýskipan, sum leggur leistin fyri okkara fiskivinnu næstu árini.
Kjakfundurin, sum er partur av árligu Torradøgunum í Klaksvík, reisir spurningin, hvussu leingi eitt loyvi skal vera galdandi, umsetiligheit í loyvunum, hvønn skal fiskivinnan vera til gagns fyri, umframt útlendska kapitalin í vinnuni. Fundurin endar við spurninginum, hvussu breiða semjan kann røkkast.
Formenninir fyri allar flokkar á tingi vera við. Tó umboðar Jacob Vestergaard Fólkaflokkin og Bill Justinussen Miðflokkin. Áttandi maður í pallborðinum er Janus Rein, uttanflokkamaður.
Fundurin verður í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík í kvøld klokkan 1930.