Fiskur úr Russlandi kann skapa nógv arbeiðspláss í Suðuroynni

?Men tað er ein fortreyt, at landið letur okkum endurgjald fyri tollin, sigur stjórin í Føroya Fiskavirking

Arbeiðspláss

? Flakavirkið í Vági verður latið uppaftur.
Tað sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking.
Nú er liðugt at taka laks á stóra flakavirkinum hjá Fiskaviring í Vági og sostatt er heldur onki arbeiði á virkinum.
Men ætlanin er ikki, at virkið skal standa tómt longi.
Tað er langt síðani, at Vágs Kommuna setti Fiskavirking sum treyt, at arbeiði skal vera á virkinum í Vági.
Megnar Fiskavirking ikki sjálv at hava arbeiði á virkinum, skal tað leigast ella seljast onkrum, sum kann fáa arbeiði aftur á virkið- ella má Fiskavirking taka virkið niður og flyta tað, so at grundstykkið verður tókt.
Virkið stendur á grundstykkið, sum er leigað frá kommununi og kommunan hevur hótt við at siga leigumálið upp, verður onki arbeiðið á virkinum.
Hetta er Fiskavirking við uppá, tí leiðslan har hevur boðað frá, at ætlanin er at hava arbeiðið á flakavirkinum í Vági. Fiskavirking hevur avtalað við býráðið, at virkið skal ikki liggja stilt, tí tað hevur ongantíð verið ætlanin, at virkið skal liggja stilt.
Men nú laksavirkið er hildið uppat, og lítið og lítið og onki arbeiði er í Vági, er spurningurin meiri átrokandi enn nakrantíð at fáa arbeiðið aftur á virkinum.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur, at Býráðið stendur við treytirnar, sum eru settar fiskavirking.
Og Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking sigur, at Fiskavirking stendur eisini við sína avtalu við Vágs Býráð um, at arbeiðið skal vera aftur á virkinum.
Hann sigur, at fyrsta stigið er at royna at keypa útgerðina, sum hevur verið brúkt í sambandi við laksaslaktið.
? Suðuroyggin er eitt av fáu økjunum, har smolt er at seta út aftur, so vónandi kemur alingin fyri seg aftur og tá ætla vit at bjóða virkið fram til tað eisini, sigur stjórin í Fiskavirking.
? Men vit kanna eisini, hvat annað virksemið kann vera á virkinum, tí virkið er stórt og tað er ikki lønandi at lata størsta partin av tí standa tómt.
Meinhard Jacobsen sigur, at ymsir møguleikar verða kannaðir.
Men hann vil ikki siga, hvørjir teir møguleikar eru. Hann vil heldur ikki siga nakað um, nær arbeiðið kann væntast aftur á virkinum.
? Men tað er ongin loyna, at tað sera, sera tungt at fáast við fiskivinnu í løtuni. Tað ger ikki støðuna lættari, men vit eru ikki fallin í fátt, og vit ætla okkkum ikki at sita hendur í favn, leggur hann afturat.

Russarafiskur er ein møguleiki
Meinhard Jacobsen sigur, at ein máti at fingið rættiliga nógv arbeiðspláss í Vági, kundi verið at innflutt frystan fisk úr Russlandi og virka hann í Vági.
Men skal tað bera til, er tað ein fortreyt, at tað almenna er við.
? Fyri nøkrum árum síðani lat tað almenna tollendurgjald fyri tann fisk, sum vit innfluttu úr Russlandi og virkaðu í Føroyum.
?Endurgjaldið var 1,10 krónur fyri hvørt kilo av ráfiski.
? Hetta gav rættiliga nógv arbeiði, men tað datt niðurfyri, tá ið endurgjaldið varð tikið av.
Meinhard Jacobsen sigur, at russarafiskur kundi verið ein møguleiki at fingið nógv og støðug arbeiðspláss í Vági.
Hann vísir eisini á, at tað er nógv mikið av frystigoymslu í Vági so umstøðurnar eru til staðar at arbeiða russarafisk.
? Men skal tað lata seg gera, er tollendurgjaldið ein fortreyt, sigur Meinhard Jacobsen.
Og hann sigur, at eitt endurgjald uppá 1,10 krónur fyri kilo, hevði gjørt ógvuliga stóran mun.