Ein fjølbroytt og øðrvísi sitikonsert verður í Gamla Skúla í Sørvági har Holgar Jacobsen og Martin Joensen hava bjóðað ungum
tónleikatalentum við á pallin. Umframt næmingarnar hava teir eisini donsku singer/songwriter Annemarie Zimakoff við.
Martin, Annemarie og Holgar spældu á eini Grótkonsert í Tøting í Gøtu á Grækarismessu í ár. Tey trý eru fløguaktuell við fløgunum Kvøld; Ongan veg og The girl without Music, sum hava fingið góð ummælið.
Birita og Jónvá eru guitarnæmingar hjá Holgar, ið hava songkvinnuna Bjartu við sær.
Konsertin verður leygarkvøldið 16. apríl kl. 19.30