Týsdagin høvdu tveir mentamenn fingurin á lofti. Steinbjørn B. Jacobsen heldur, at skrivingin í Sosialinum er partapolitisk litað. Sosialurin er farin í runudíkið, liggur í súrgurennu. Og har verður blaðið liggjandi, sigur rithøvundurin, mentamaðurin og óhefti eygleiðarin, gamli háskúlastjórin.
Ein annar rithøvundi, Árni Dahl, vísir á, at "hvør fjandi hevur sína tíð". Hann sipar til útspillingarherferðir ímóti fólki og rørslum. Og upp í hetta selskap, sleppur Sosialurin eisini. Hann gloymir bara - tilvild ella ikki - 14. september, sum ikki altíð var eitt av bestu guðs sunnudagsskúlabørnum. Fyrrverandi oddamaðurin á Fríu Føroyum skuldsetur Sosialin fyri at hava hundbeitt og felt Helenu Dam á Neystabø og Torbjørn Jacobsen. Hvørgin sparir upp á krútið. Og tað brúka teir Dimmalætting til. Hóast teir eisini vóru vælkomnir at brúka teigapláss í Sosialinum.
Tíðindaflutningurin á blaðnum er ikki partapolitiskt litaður! Eins og á øllum øðrum fjølmiðlum eru tíðindafólkini óheft. Men sjálvandi skulu tey halda seg til góðan blaðsið. Tað er tí at niðurgera tíðindafólk á Sosialinum at skíra avrikið hjá teimum fyri vera ávirkað partapolitiskt. Men hvat meinar Árni Dahl við, tá hann sigur, at Sosialurin feldi Helenu. Um hann ikki minnist gongdina, kann upplýsast, at tað var ein frágreiðing um eitt eftirlønarmál, ið løgmansskrivstovan gjørdi, ið feldi Helenu. Men sjálvandi viðgjørdu allir fjølmiðlar hesa hending. Vit
hava blaðað aftur, men hvørki oddagrein ella onnur blaðgrein hundbítur Helenu. Tvørturímóti.
Um Torbjørn er at siga: Sosialurin hevði eina samrøðu við Torbjørn, har hesin legði harðliga eftir løgmanni. Tá greinin var prentað, pástóð hesin, at hetta hevði hann ikki sagt. Men bandupptøkan, sum SVF kunngjørdi, vísti nakað annað. Tað var ikki Sosialurin, men Torbjørn, sum kom sær upp í rasshaft! Seinri høvdu vit eina grein um hendingarnar
í Vestmanna skúla, tá hann bað danskan lærara fara av fundi. Hetta var avdúkandi, men skuldi Sosialurin tagt tað burtur, at landsstýrismaðurin ikki dugdi vanligt kurteisi? Henda røð av hendingum, og aðrar við, feldu óivað komandi fólkatingslimin. Men hvør kom sær upp í rasshaft? Hvussu ber tað til, at somu menn, sum nú seta stór og rímulig krøv til miðlarnar, samtíðis skuldseta somu miðlar fyri hundbíting, tá teir royna at liva upp til hesi krøv?
Umframt at vera eitt tíðindablað, er Sosialurin eitt kjaktorg. Men fyri at sleppa undan huldumonnum, krevja vit, at allar greinir skulu hava navn undir. At hesar eisini eru politiskar, úr øllum sjónarhornum, eisini úr Steinbjørnsa, er ein sjálvfylgja. Men vit seta eisini mark við atliti til vanligan blaðetik. Sum eitt kuriosum kann upplýsast, at vit hava sáldað greinir frá, m.a. sum spiltu varaløgmann og hansara familju út, men sum annað blað helt vera borðbara.
Sosialurin