Í sambandi við eina framsýning sum verður á ólavsøku í ár, í gamla realskúlanum í Havn, leitar Jórunn Dánialsdóttir eftir myndum av lærarum og mæmingum í “Færøernes Mellem- og Realskole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966.
Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at ringja til sín á tel. 316024 ella 226024. Adressan er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Myndirnar kunnu eisini latast inn (navnmerktar) í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).
Jórunn sigur, at arbeiði hevur gingið væl, men enn vanta nógvar myndir. Tíðarfreistin er sett til 10. juni, og Jórunn heitir á fólk um at koma við myndunum skjótast til ber.
Tey sum gingu í 4. millumskúlaflokki í 1938.
Karin Wellejus (g. Heik, býr í Kansas USA), Margit Lava Hansen (g. Hildebrand), Gudrun Djurhuus (g. Rubeksen), Lisa Eystberg (g. Michelsen), Guðlaug Helmsdal (g. Rayer) og Solveig Lava Hansen (g. Hildebrand). Ásla Pállsdóttir Hansen (g. Joensen), Ester Rein (g. Williamson, býr í London), Leivur Andreassen, Aksel Juul (sonur apotekaran), Evald Fuglø, Hans Hansen (hjá Poul Hansen), Árni Olsen (sálarlæknin) og Erik Juul (sonur apotekaran). Paulina (Minna) Michelsen, Mary Wikkelsøe (hálvdonsk), Ingrid Olsen (g. Olsen), Solveig Joensen (g. Dam), Poul Sørensen (sonur Zacharias Sørensen) og Richard Long, lærari.
Christian Haraldsen (Bassi), Trúgvi Árting, Petur Christiansen, Sverri Hansen (Trónd), Petur F. Christiansen og William Sloan.
Ì sambandi við at Jórunn Dánialsdóttir savnar myndir av lærarum og mæmingum í “Færøernes Mellem- og Realskole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966, sóknast hon eftir myndasøvnum hjá lærarunum Richardi Long og Jógvani við Ánna. Hesi myndasøvn eru lánt út, og eingin veit hvør hevur tey. Í hesum søvnum eru myndir av næmingunum, sum teir vóru lærarar hjá. Tey sum vita um hesi myndasøvn, verða vinarliga biðin um at seta seg í samband við Jórunn Dánialsdóttir á tel. 316024 ella 226024.