Fjórðu ferð eydnaðist hjá Drátti

Dráttur gjørdist steypavinnari í kvinnuflogbólti eftir ein sera javnan og spennandi finaludyst ímóti KÍF, har spenningurin helt sær líka til síðsta bólt. Eftir trý tap í undanfarnum finalum eydnaðist endiliga Drátti at fáa sín steypasigur

FLOGÓLTUR

Nógv fólk var komið saman í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin, tá ið steypafinalur í flogbólti vóru á skránni. Fyrri dysturin henda dagin var steypafinalan hjá kvinnum millum Drátt og KÍF, og longu ein tíma undan dystinum var høllin meir enn hálvfull.
Kvinnurnar hjá Drátti kundu ikki sigast at vera óvanar við steypafinalur undan dystinum. Heili tríggjar ferðir áður høvdu tær verið partur av steypafinalunum, men hvørja ferð máttu tær fara av vøllinum sum taparar.
Hjá KÍF var tó heldur øðrvísi. Tær høvdu ongantíð verið í hesi støðu undan finaludystinum leygardagin, so hetta var teirra elddópur í steypahøpi. Gongdin hjá kvinnunum úr Kollafirði hevði tó verið avbera góð í landskappingini undan steypafinaluni. Síðstu fimm royndirnar høvdu givið fýra sigrar, og m.a. hevði KÍF vunnið ein rættiliga tryggan sigur ímóti júst Drátti í hesum dystunum, so vónirnar vóru góðar hjá kollfirðingum.
Hjá Drátti hevði ikki gingið so væl hjá sum hjá KÍF síðstu dystirnar. Í seinastu seks dystunum høvdu tær bert vnnið tveir, men vónirnar at vinna steyoafinaluna vóru tó góðar hjá leikarunum hjá Dratti undan dystinum.

KÍF fekk góða byrjan
Kvinnurnar úr Kollafirði fingu eina flúgvandi byrjan uppá dystin, og ikki long tíð var gingin, fyrrenn tær høvdu lagt seg á odda heili 8-3. Longu tá valdi Dráttur at taka sítt fyrsta time out, og hetta vísti seg rættiliga at geva úrslit. Leikararnir hjá Drátti kempaðu nú ótrúliga væl fyri at koma innaftur í fyrsta sett, og mitt í settinum megnaðu tær eisini at leggja seg á odda 12-11.
KÍF hevði tó spælt væl í fyrsta setti, og tað var týðiligt, at tær vildu ikki geva skarvin yvir uttan víðari. Við eini stórspælandi Guðrið Syderbø á odda tóku tær aftur leiðsluna, sum settið leið. Tær løgdu seg á odda við fimm stigum, og sjálvt um Dráttur var nær við enn einaferð at fanga KÍF aftur, so var sigurin ongantíð í vanda hjá KÍF í hesum settinum.

Dráttur svaraði aftur
Í øðrum setti var vent í holuni. Nú var tað brádliga Dráttur, sum fekk eina flúgvandi byrjan, og sum settið leið, øktu tær bara um leiðsluna. Mitt í settinum høvdu tær vunnið seg fram um 14-7, og hetta líktist einum sannførandi sigri til Drátt í øðrum setti.
Dráttur spældi ótrúliga væl hesa løtuna. Tær vóru sterkar í gólvinum, móttøkurnar vóru góður, og so spældu tær ótrúliga fjølbroytt. Serliga Helga Nordendal sló fleiri góðar bóltar beint í gólvið hjá KÍF, men eisini Ruth Thomassen fekk fleiri ferðir bóltin beint ígjøgnum blokkin hjá KÍF.
Blokkurin var eisini ein av stóru trupulleikunum hjá KÍF hetta settið. Tær fingu hann slett ikki at koyra, og ofta gjørdist ov lætt hjá Drátti at sleppa fram við blokkinum.
Móti endanum av øðrum setti tóktist Dráttur taka sær av løttum, og hetta loyvdi KÍF at koma heldur nær. Sigurin kom tó ongantíð í vanda, og Dráttur vann hetta 25-19.

Gott og fjølbroytt álopsspæl
Í triðja setti fekk KÍF enn einaferð eina flúgvandi byrjan, og tá tær komu á odda 5-0 valdi Dráttur at taka Time Out. Hetta steðgaði góðu gongdini hjá KÍF, og lítla løtu seinni stóð á jøvnum 6-6, og so gekk javnt á næstu løtuna.
Ein sat tó alla tíðina við einum følilsi av, at KÍF kundi fara frá Drátti í hesum settinum. KÍF spældi ótrúliga fjølbroytt í álopinum, og blokkurin var byrjaður at fáa fatur á álopinum hjá Drátti. Tað vísti seg eisini, at hetta var settið hjá KÍF. Mitt í settinum fóru tær frá 14-14 uppá 22-16, og so var so gott sum liðugt.
Rannvá Dam slapp at smasha síðsta bóltin í gólvið til 25-21, og aftur hesaferð var KÍF betra liðið. Tær spældu sera fjølbroytt í triðja setti, og allir leikararnir tóku ábyrgd.

Helga var fantastisk
Dráttur leyp avstað í fjórða setti. Tær løgdu seg á odda 9-3 mset sum alt fyri eitt, og longu tá hevði KÍF valt at taka sítt fyrsta Time Out. Hetta vísti seg slett ikki at geva nakað munagott úrslit. Dráttur helt bara á fram við sínum góða og ágangandi spælið, og KÍF fekk ikki eitt bein til jørðina í hesum settinum.
Leikararnir hjá Drátti vóru ótrúliga sterkir í gólvinum, tær kempaðu um hvønn bólt, og so var blokkurin sera sterkur í fjórða setti. KÍF hevði alla tíðina trupulleikar at fáa bóltin fram við blokkinum, og fleiri ferðin blivu smashini frá KÍF blokkaði beint niður í aftur gólvið hjá teimum sjálvum.
Ein leikari skaraði tó fram uúr hjá Drátti. Helga Nordendal hevði spælt ein sera góðan dyst longu undan hesum settinum, men her tók hon veruliga ábyrgd fyri Drátt. Hon var ótrúlig í blokkinum, og hon vann fleiri bóltar við góðum og hørðum smashum.
Munurin millum liðini bara vaks og vaks, sum fjórða sett leið. Mitt í settinum førdi Dráttir 17-6, og til síðst tóktist KÍF geva fullkomiliga upp. Dráttur vann ein knúsandi 25-8 sigur, og so skuldi javnbrótari til fyri at finna ein vinnara.

Spenningurin helt sær
Dráttur fekk betru byrjanina uppá javnbrótaran, og fyrstu bóltarnar høvdu tær munin. Tær megnaðu eisini at leggja seg fram um 7-4, men munurin á liðunum var ikki stórur, og fleiri av bóltunum vóru bæði langir og spennandi, áðrenn teir blivu avgjørdir.
KÍF kempaði tó væl aftur. Tær komu uppá 7-7 við góðum og fjølbroyttum spæli, og nú var líkt til, at KÍF hevði eina lítla yvirvág. Dráttur var tó liðið, sum legði seg á odda 8-7, áðrenn liðini býttu síðu.
KÍF hevði ongantíð verið á odda í fimta setti undan síðubýtinum, men hetta gjørdu tær alt fyri eitt eftir síðubýti. Tær komu á odda 9-8, men so steðgaði upp. Eftir hetta vann Dráttur fimm bóltar á tað, og brádliga vísti talvan 13-9 til Drátt, og løtu seini 14-10, og nú var eingin sum ivaðist í, at Dráttur fór avstað við sigrinum.
KÍF vildi tó ikki geva skarvin yvir. Tær kempaðu nú við øllum tí tær áttu, og tær megnaðu eisini at verja seg uppá 14-13. So kom servan, sum skuldi vísa seg at blíva tann síðsta í dystinum. Hesin bólturin bleiv sera spennandi, og í fleiri førum fingu bæði liðini næstan ómøguligar bóltar uppaftur av gólvinum. Serliga KÍF kempaði fyri lívinum, men at enda máttu tær ásanna, at blokkurin hjá Drátti var ov sterkur henda dagin. Síðsti bólturin bleiv nevniliga sligin í blokkin og niður í gólvið, og so vann Dráttur steypafinaluna fyri fyrstu ferð í søguni.
Fólk blivu vitni til ein sera góðan og spennandi dyst, sum kundi farið báðar vegir, men at enda dró Dráttur longra stráðið, og etta mundi eisini vera í lagi, tí teir høvdu vunnið sær eina rættiliga trygga leiðslu í síðsta settinum.