- Tað er áhugavert at síggja, hvussu væl sjónvarpið rakti í sendingini á heystið 1993. Tann sendingin kundi ikki verða fullkomin, tí so stutt tíð var fráliðin, men onki sum er komið fram í nýggju sendingunum hevur víst, at teir ikki høvdu rætt í tí teir søgdu. Teir hava rakt fullkomiliga plett.
Átalar framferðini
Birgir Danielsen sigur, at tað eftir hansara meting eru nøkur punkt, har okkara egnu samráðingarumboð ikki hava røkt sína uppgávu til fulnar. Hetta orsakar tó ikki framburðin hjá stjórnini.
Millum annað heldur Birgir Danielsen, at tað er løgið, at landsstýrið ikki hevur gjørt meiri við frágreiðingina hjá Leivur Harrysyni, landsgrannskoðara sum hann gjørdi um partabrævaumbýti, tí henda frágreiðing avdúkaði so at siga alt. Danska stjórnin sigst at havai fingið frágreiðingina, men hon er ongantíð viðgjørd.
Birgir Danielsen átalar eisini framferðarháttin hjá Landsstýrinum mótvegis tinginum og rættarnevndini. Tá íð málið um bankakanningina varð lagt fram fyrru ferð í oktober 1993 varð alt Landsstýrið og serliga Marita Petersen og Finnbogi Ísakson tráspurd av rættarnevndini, um hvat tilfar var til taks. Hvørgin teirra talaði orð um frágreiðingina frá Leivi Harrysyni.
- Her má havast harðliga at okkara egnu umboðum.
- At frágreiðingin var til, kom ikki fram fyrr enn uppskotið um kanning av bankamálinum var lagt fyri tingið fyri aðru ferð í desembur 1994, meiri enn eitt ár eftir at frágreiðingin varð gjørd.
Birgir sigur, at tað hvørja ferð hevur eydnast dønum at snara okkum á til teirra egna fyrimun.
- Eg havi eina kenslu um, at Mogens Lykketoft hevur kroyst Maritu Petersen til at tagt við hesum notatinum á fundinum, sum var 12. oktober 1993. Hetta kundi Marita kanska svarað uppá.
Partabrævaumbýtið
Birgir Danielsen átalar eisini gongdina viðvíkjandi partabrævaumbýtinum. Landsstýrið velur at fremja handilin uttan at notatið frá fundinum um partabrævabýtið er góðtikið av báðum pørtum.
Eftir upprunaliga notatinum sigur Peter Straarup stjóri í Den Danske Bank, sagt, at Føroya Banka ikki tørvar meiri pening. Tá íð notatið kemur aftur úr Danmark tríggjar vikur seinni, er tað broytt, og nú stendur onki um Føroya Banka.
- Eg haldi tað er sera løgið, at ongin hevur gjørt nakað við tað, tá íð notatið kemur aftur í broyttum líki. Tað fer bara stillisliga aftur við borðinum.
- Tað er átaluvert, at Landsstýrið arbeiðir víðari við málinum uttan at notatið frá fundinum fyriliggur?í góðkendum líki. Í veruleikanum skuldi notatið fyriligið tann 22. marts 1993, tá Landsstýrið tekur avgerð um, at partabrævabýtið skal fara fram.
Bíða eftirúrskurðinum
-Tað er onki at ivast í, at okkara egnu fólk hava gjørt mistøk í sambandi við samráðingarnar við danir, men hetta umber ikki donsku stjórnina fyri teirra framferð í hesum málið.
-Nú mugu vit bíða eftir frágreiðingini frá kanningarnevndini og so taka støðu til hvat íð gerast skal. Annað er ikki at gera í løtuni.
Onga viðmerking
Sosialurin hevur tosað við Maritu Petersen um viðmerkingarnar hjá Birgiri Danielsen, men hon ynskir ikki at gera nakrar viðmerkingar.
- Eg havi gjørt greitt, at eg geri ongar viðmerkingar til hetta málið meðan kanningarnevndin arbeiðir. Tá íð úrskurðurin kemur , kunnu tit síggja hvat eg havi sagt.
Tó heldur Marita Petersen tað verða sera løgið at Birgir Danielsen úttalar seg soleiðis:
- Tí tað er so øgiliga nógv sum hann hevur latið verða við at siga.