Fjallgonga og smurt breyð

Javnan skipar Runavíkar Kunningarstova fyri gongutúrum niðan á Slættaratind. Undirtøkan hevur verið góð, siga tey á Kunningarstovuni og bæði føroyingar og útlendingar luttaka

Leygardagin 25. juli skipar Kunningarstovan í Runavík fyri gongutúri niðan á Slættaratind. Skipað verður javnan fyri slíkum túrum og undirtøkan hevur verið góð.

Kostnaðurin er 100 kr. Møguleiki er eisini at fáa smurt breyð, um bílagt verður frammanundan. Kostnaðurin er 100 kr.


Um viðrar

Túrurin tekur 3 tímar. Fyri at túrurin skal gerast, skulu minst 7 - 8 fólk tekna seg og veðrið skal eisini vera til vildar. Á kunningarstovuni í Runavík siga tey, at undirtøkan vanliga er góð. Bæði føroyingar og útlensk ferðafólk nýta henda møguleika at koma út í náttúruna og upp á hægsta fjall í Føroyum.

Ferðaleiðarar eru Olaf í Garði Joensen og Jóannes Mørkøre. Til ber eisini at tekna seg hjá teimum á tlf. 42 34 42 ella 42 30 31.

Eini 10 slíkir túrar verða gjørdir árliga. Tvær ferðir afturat í ár verður farið niðan á Slættaratind. Áhugaði kunni møta á Eiðisskarði ella í kirkjuni á Eiði 1/2 tíma áðrenn fráferð. Nærri fæst at vita frá ferðaleiðarum ella kunningarstovuni.

Heitt verður á luttakarar at tryggja sær, at túrurin verður gjørdur, tí avlýsing kann koma fyri, eitt nú, tí ikki viðrar.