Tvey føroyingalið spældu í kvøld fjórðingsfinalur í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram máttu í aðru fjórðingsfinaluni vinna á FH á heimavølli fyri at fáa møguleikan at spæla triðju og avgerandi fjórðingsfinaluna.
Tað gekk ikki. FH vann dystin 33-27. FH var á odda 15-11 í steðginum. FH vann í fyrru fjórðingsfinaluni 28-26 (12-13), og hevur sostatt vunnið seg víðari til hálvfinalurnar. Sostatt gjørdist fjórðingsfinalan endastøðin hjá Dánjali og liðfeløgunum. Tað eydnaðist ikki Dánjali at skjóta mál í kvøld, men hann var noteraður fyri tvey upplegg til mál (assist).
Liðið hjá Sveini Olafssyni, Afturelding helt lív í hálvfinalu-vónini. Í kvøld vann Afturelding á heimavølli 26-22 (14-12) á Haukum, og stendur nú á jøvnum 1-1 í fjórðingsfinaluuppgerðunum.
Skíriskvøld klokkan 19 hava Haukar heimavøll í triðju og avgerandi fjórðingsfinaluni.
Sunnukvøldið vann liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi, Valur á útivølli 32-28 á HK í seinnu fjórðingsfinaluni. Í steðginum var Valur á odda 14-13. Valur vann fyrru fjórðingsfinaluna á heimavølli 42-38, og eru valsmenn sostatt klárir til hálvfinalurnar.
Bjarni skoraði fýra mál upp á seks málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál (assist). Allan skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.











