Eitt tangaskip er rakt av einari spreingiløðing út fyri Dubai.
Sambært Reuters varð skipið rakt í stýriborðssíðu og byrjaði at brenna.
Sagt verður, at eingin av manningini hevur fingið løstir í álopinum.
Tað er bretska miðstøðin fyri maritiman handil, United Kingdom Maritime Trade Operations (UKMTO), sum er kelda til tíðindini.
Sambært Reuters er ikki greitt, hvør sendi rakettina eftir tangaskipinum.
UKMTO veit at siga, at skipið var statt á leiðini í ein útnyrðing úr Dubai, tá tað varð álopið og rakt.











