Tíðindaskriv
Í ár spæla: Paradox, GóGóBlues, Gestir, Headache Blues Treo, I Am, Fluffy Toys, Páll Finnur Páll, Hatespeech, Gunnar Mikkelsen, Kristel Lisberg, Týr og Makrel.
Bróðurparturin av hesum bólkum eru fløguaktuellir í ár. Sum nakað nýtt verður ein básur settur upp á konsertøkinum, har møguleiki verður at ogna sær fløgur frá luttakandi bólkunum við stórum avsláttri. Fløgan hjá Týr er distribuerað langt út um føroysku landoddarnar, og Makrel eru glóðheitir við síni spildurnýggju fløgu, ið eisini verður at fáa á básinum.
Páll hevur júst Funnið Páll aftur, og leggja í løtuni síðstu hond á aðru fløguni.
Einasta útlendska navnið á konsertini í ár verður navnframi Gunnar Mikkelsen, ið vann kappingina hjá DR "Stjerne For En Aften" í fjør. Við sær hevur hann so navnframar menn sum Jóhannus á Rógvu Joensen á bass, Kim Hansen á klaver og sang, James Olsen á trummum, og Jens Marna Hansen, sum vit kenna frá All That Rain á guitar og sang.
Týr hava fingið Terja Skibenæs aftur í bólkin, og teir fara dagin eftir Ólavsøkukonsertina av landinum á konsertferð. Kristel Lisberg hevur kosið sær Arnold Ludvig frá Føstufressum, Mikkjal Hvannastein úr Aria og James Olsen, Torbjørn, Óluvu og Anju til sína framførslu á Ólavsøkukonsertini.
Fluffy Toys ætla sær at bresta nakrar konsertbumb-ur afturat tí harða melodiøsa rockinum í síni skrá.
I Am eru í toppform og skulu eins og Týr av landinum at framføra í næstum.
Vit fáa Gestir á Ólav-søkukonsertini, teir hava vant dúgliga síðani G!, og fara saman við Eivør Pálsdóttir og Makrel eisini av landinum í august.
Harumframt spæla Headache Blues Treo, Páll Finnur Páll, Hatespeech og GóGóBlues.
Tað hevur síðan seinast í 1990?unum verið fastur táttur, at vinnarin av PopTop-kappingini er fyrsti bólkur á pallinum. Í ár verða tað sostatt Paradox, ið byrja konsertina.
Frásøgumaður á konsertini í ár er Jákup Veyhe úr Pipar&Salt.
Pallurin er settur upp av kønum fólki, tað eru Jóan Pauli Johansen og Birgir Sondum, ið hava staðið fyri uppsetingini. Ljóðroyndirnar byrjaðu longu mánakvøldið, hetta tí at talið av luttakandi bólkum er væl størri enn undanfarnu ár. Fimm ljóðtøkningar, ein ljóstøkningur, og nógv onnur professionell fólk eru við til at gera eitt brak av eini konsert.
FUT heitir inniliga á fólk um at lata glasfløskurnar liggja eftir við hús og fylla løgin í plastfløskur.
Tað er FUT (Føroya UndirhaldsTónleikarafelag), ið skipar fyri konsertini.