Tað var ein flógv og hjartalig løta, tá ið eini 100 fólk møttu í Skúlanum við Ósánna at heiðra og minnast Fridu Zachariassen og list hennara, nú hon 24. september hevði kunnað hildið sín 100 ára føðingardag.
Nógv var á skránni, sum tó at hon var drúgv, ikki kendist long, tí so nógv áhugavert varð havt á munni.
Helga Gerðalíð og Ljudmila Berezina frá Klaksvíkar Tónlistaskúla spældu upp á klaver og violin. Karin Jacobsen greiddi hugtakandi frá, hvussu hon minntist skyldkonuna, Fridu Zachariassen. Hon hevði sitið model sum ung hjá Fridu og hevði havt høvi at eygleiða hana, hvussu hon arbeiddi og handfór pensilin, blíantin ella kolkritið. Eisini greiddi hon frá, at inni var ein serligur luktur frá hennara málaravirksemi, men ikki minst frá kryddarínum, hon brúkti til matin Frida hevði jú verið úti í heimi og tikið ymiskt til sín.
Eisini hoyrdu vit eitt ljóðbrot frá 1955, Where will the dimple be, eitt lag, sum Fridu dámdi væl og plagdi at leggja hesa plátuna á plátuspælaran Jú, tað var sum at vera inni i stovuni hjá Fridu, meðan strokini fóru so lættliga um hennara mongu lørift.
Steintór Rasmussen, skyldmaður Fridu og dótturin, Rakul Ró sungu og spældu tvey løg. Hann hevði okkurt minni frá ungdómsárunum, tó at hann ikki hevði fingið málara- ella grønu fingara hennara. Skaldsliga hevði hann málið nakað og vísti til brot úr yrking: »Lívið er mítt listarverk; eg máli jú hvønn dag - Um eg fylli hundrað ár, ei liðugt verður tað«.
Professari, dr.phil. Malan Marnersdóttir, sum hevur skrivað bók um Fridu Zachariassen, greiddi frá í myndum og sitatum um listarleið Fridu. Hon samanbar hana eisini við partar av samtíð hennara og greiddi frá ímyndum og árinum ymiskar staðir frá, hvussu hesi høvdu ávirkað hana listarliga tó at hon hevði sín egna og sermerkta stíl.
Aftaná varð boðið til kaffi og prátið gekk væl nógvar góðar viðmerkingar og fólk hugnaðu sær. Tey steðgaðu leingi á og tóku til sín av hesi serligu úrvals framsýningini, sum m.o. Malan Marnersdóttir hevur sett saman til Norðurbryggjuna í Keypmannahavn í samstarvi vil Listasavn Føroya Og sum Norðoya Listafelag so eisini hevði fingið hendur á, nú 100 ára dagur Fridu Zachariassen er 24. september.
Heiðursframsýningin fyri Fridu Zachariassen er opnin í dag afturat.