Leygarnáttina fekk ein maður eina fløsku í høvdið uttanfyri Kaggan í Havn. Hann varð koyrdur á skaðastovuna, har hann fekk pentur í oyrað og í vinstru síðu av hálsinum.
Beint áðrenn fekk løgreglan fráboðan um, at ein ungur drongur, hevði sligið ein annan í andlitið niðri í býnum. Talan var um fleiri persónar, sum lupu á ein annan, sum fekk skoynur í andlitið umframt at onkur tonn var loysnað.
Ferðsluóhapp
Trý korter til fimm somu nátt var eitt ferðsluóhapp uttanfyri Mimir. Ein bilur, sum kom koyrandi frá Sjúrðargøtu, breyt treytaleysu víkiskylduna, og koyrdi útfyri ein hýruvogn, sum kom koyrandi oman eftir Varðagøtu.
Hýruvognsførarin var koyrdur á skaðastovuna við onkrum smásnuddum.
Løgreglan upplýsir, at báðir bilarnir fóru illa av óhappinum.
Brotnir rútar
Fleiri rútar í Tilhaldinum vórðu knústir um vikuskiftið. Løgreglan kannar nú málið, og talan er um fleiri rútar, sum venda oman ímóti Grasagarði á vestaru síðuni av Tilhaldinum.
Sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið í Argja skúla. Gerningsmenninir høvdu tikið ein pengakassa frá skrivstovuni. Kriminaldeildin arbeiðir nú víðari við málinum.