Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer óskerdur til Sclerosufelagið. Luttakarar til heilsurenningina eru eisini við í lutakasti um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways

Flaggdagsrenning ber boð um vár  

- Vit royna nakað nýtt í ár, sum vit vænta fer at rigga væl. Flaggdagurin er leygardagin 25. apríl og fyri at órógva minst møguligt, byrja vit klokkan 12

 

Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer óskerdur til Sclerosufelagið. Luttakarar til heilsurenningina eru eisini við í lutakasti um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways

- Aftur í ár bjóða vit øllum við til flaggdagsrenningina, sum verður hin 38. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár fara vit aftur í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning fyri bæði børnum og vaksnum.

 

Soleiðis siga tey, sum skipa fyri flaggdagsrenningini.

 

- Vit royna nakað nýtt í ár, sum vit vænta fer at rigga væl. Flaggdagurin er leygardagin 25. apríl og fyri at órógva minst møguligt, byrja vit klokkan 12. So hava øll tíð at njóta renningina, básin hjá Sclerosufelagnum og fara til flaggdagshald aftaná. Annars verðu alt, sum tað plagar til okkara siðbundnu kapping.

 

Kapprenning fyri vaksin: Rutan er tann sama sum undanfarin ár, har vit byrja á Kongabrúnni og renna fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin er knappar 7 kilometrar.

 

Barnarenning: Børnini sleppa eisini at renna. Tey yngstu renna fyrst, og meðan tey vaksnu renna, rennir eldri  bólkurin av børnunum. 

Yngstu børnini renna frá Kongabrúnni út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, umleið 500 metrar. Størru børnini renna teinin tvær ferðir, ella umleið 1000 metrar. 

Heilsurenning: Saman við Sclerosufelagnum verður eisini heilsurenning, ið er vælegnað øllum teimum, sum fegin vilja ganga og renna - uttan at kappast.

 

- Heilsurenningin er sera væl egnað til familjur, mammur, pápar, gubbar, bindiklubbar, starvsfelagar - ja, øll sum hava hug at røra seg. Eingin tíðarskráseting er til henda bólkin, og luttakararnir velja sjálvi, um tey taka teinin eina ferð, 3,5 kilometrar ella tvær ferðir, 7 kilometrar.  

 

Lagt verður aftrat, at allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer óskerdur til Sclerosufelagið. Luttakarar til heilsurenningina eru eisini við í lutakasti um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways, virði 3.000 krónur.

 

Sclerosufelagið fer eisini at hava eitt tjald á Kongabrúnni, har møguleiki verður at fáa ein góðan drekkamunn við køku afturvið.  Í básinum selja tey blusur, húgvur og annað við teirra logo á.   

 

Luttøkugjaldið er 40 krónur fyri børn og 100 krónur fyri vaksin og fyri heilsurenningina, sum skal gjaldast við tilmelding. Leinki er niðast í tekstinum her. 

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 24. apríl klokkan 21. 

 

Gevið gætur: Tilmelding á staðnum er bara til heilsurenningina!

 

Startnummur verða útflýggjað í Snarskivuni á flaggdegnum, frá klokkan 10– 11.30.

 

Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og vaksnum. 

Tilmeldingin er á: https://my.raceresult.com/392599/info

 

##med2##

 

 

 

Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer óskerdur til Sclerosufelagið. Luttakarar til heilsurenningina eru eisini við í lutakasti um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways