Rustfrítt stál framleiðslu virkið FJM í Runavík er í samstarvi við ta íslendsku fyritøkuna Skaginn á veg við einari nýggjari flakamaskinu sum hevur vakt altjóða ans. "IQ 4000" byggir á kombineraða føroyska og íslendska vitan innan fiskivinnu, maskintøkni og teldufrøði; hugtakið automatiserar reinskeringina av fiskaflaki og sparir arbeiðsorku í framleiðsluni, umframt at leingja feskleikan í flaki og tryggja at reinskeringin gagnnýtir fiskin sum mest. Ein prototypa av IQ 4000 verður í løtuni testað og sambært FJM er ætlanin í næsta ár at leggja út á marknaðin fyri flakavirkir í vón um góða undirtøku.
Longu nú er stórur áhugi fyri IQ 4000, skilst. Ein breiður áhugi kom eitt nú til sjóndar á European Seafood Exposition í Brússel herfyri; tað sigst at ein kendur stjóri helt tá fyri at »hatta var einasta veruliga nýggjheit á messuni« og eisini vakti básurin hjá Skaginn og FJM ans millum tungar týskarar í maskinídnaðinum.
»Tað tykist greitt at produktið hevur áhuga millum mong,« segði Arne Carlsen, parteigari í FJM og tekniskur leiðari. »Nú skulu vit bara síggja til at testa maskinuna tað sum eftir er av árinum, og samstundis gera klárt til at koma út á marknaðin við henni.«
Sambært FJM skal IQ 4000 roynast á einum íslendskum flakavirki frá 1. januar. Hugtakið byggir á at fiskaflak sum fyrst verða køld niður móti frostmarkinum, verða førd við transportbandi til høvuðseindina ið avmyndar flakið og skapar arbeiðsdata íroknað identifikatión av teimum ymisku økjunum fyri kílabein, loins við meira, fyri síðani at skera flakið eftir hesum og annars teimum data sum brúkarin frammanundan hevur tastað inn í maskinuna.
»Reinskeringin verður útførd við datastýrdari vatnstrálu og hendan tøknin er einans møgulig í og við at fiskurin fær ein heilt serligan konsistens orsakað av niðurkølingini,« greiddi Arne Carlsen frá.
»Tað snilda er at skipanin er so sera flexibul? Umframt til at reinskera við kann hon eisini væl brúkast til at analysera flak fyri støddir og proportiónir so væl sum onnur sjónlig viðurskifti, til dømis sandmaðk. Og so bestendur heilin í skipanini av programmvøru ið er løtt at broyta, uppgradera og dagføra, so valmøguleikarnir fyri fjøltáttaðari nýtslu og víðari menning eru stórir.«
Meðan Skaginn hevur ment køliprocess og skerieind, hevur FJM við egnum fólki klárað programmering so væl sum samling og plátuarbeiði. Tøknifrøðin í IQ 4000 minnir um tøknifrøðina aftan fyri ?fiskakennaran?, eitt projekt hjá FJM, parað við royndirnar hjá íslendingum við einari serligari køliprocess sum gevur fiski longdan feskleika og hækkað søluvirði.
Satsa uppá menning
Tað tøknifrøðiliga tilfeingið hjá FJM er vaksið nógv í seinastuni. Felagið hevur upprættað eina menningardeild ið skal samansjóva kunningartøknifrøði og ta vitan fyritøkan eigur um mekanik innan fiskaframleiðslu. Harafturat er teldufyritøkan Tera, ið nú heldur til í somu húsum sum FJM, blivin ein alt meira innbygdur partur av virkseminum.
»Vit rokna við at kunningar og samskiftis tøknifrøðin í komandi tíðum fer at vaksa nógv sum partur av virkseminum hjá okkum,« helt Arne Carlsen fram.
Samstarvið við íslendingar kom í lag aftan á at partarnir høvdu lært hvønn annan at kenna í sambandi við arbeiði at installera nýggjar maskinur á Kollafjord Pelagic. Meðan ein annar veitari frammanundan hevði trupulleikar og mátti geva skarvin yvir, eydnaðust installatiónirnar eftir øllum at døma væl, soleiðis at Kollafjord Pelagic endiliga kundi koma í gongd.
»Vit leveraðu ávísar partar meðan Skaginn leveraði aðrar og arbeiðið gekk væl,« segði Arne Carlsen. »Tað slapst illa undan at vit tosaðu saman og vit sóu skjótt at møguleikarnir fyri samstarvi framyvir vóru góðir.«
Alt bendir á at IQ 4000 kann gerast ein sólskins søga í hesum sparitíðum. Flakavirkir eru undir stórum trýsti at rationalisera og lækka kostnaðarstigið fyri at fáa avlop og ein automatiseraður reinskerari sum hvørki krevur yvirtíð ella brýggjar seg um kulda og sum skal arbeiða fyri 8-10 fólk kann neyvan vera annað enn áhugaverdur í samanhanginum. Legg so afturat tað økta søluvirðið í fiskinum sum fæst burtur úr tí serligu kølitøknini sum verður brúkt, og sannlíkindini fyri suksess gerast enn størri. Men, sum Arne Carlsen eisini vísti á: »Tann langi vegurin niðaná kann vera knorklutur?«
Upprunaliga stovnað í 1986, starvast í dag umleið 40 fólk hjá FJM. Felagið hevur specialiserað seg innan rustfrítt stál og tænir fiskivinnuni á landi og sjógvi sum framleiðari av øllum frá flekilinjum til heilar fabrikkir.