Tað er nú greitt, at flakavirkið hjá gamla Fiskavirking í Havn, letur upp aftur í næstum.
Tað váttar Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Síðani Fiskavirking fór av knóranum, hevur virkið í Havn staðið stilt.
Men tey hava alla tíðina arbeitt við at lata virkið, sum er best kent undir navninum, Bacalao, upp aftur.
Og nú er komið undir land og formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at miðjað verður eftir, at virkið fer aftur at taka ímóti fiski í vár.
Hann vil ikki siga so nógv um, hvør tað er, sum skal standa fyri virkinum.
Men hann sigur, at talan er um fólk, sum eru kend í føroyskari fiskivinnu og sum hava skil fyri at reka virki.
Hann vil heldur ikki siga, at hvør tað er, sum fíggjar virkið.
Hann sigur, at í løtuni verða ávísar ábøtur gjørdar og væntandi er, at tað verður liðugt í vár.
Hans Joensen sigur, at talan er fyrst fremst at taka ímóti feskum fiski.
- Hetta verður fyrst og fremst eitt flakavirki, sigur hann.
Men hann sigur, at har eru góðir møguleikar at góðska fiskin enn meiri, tí tað er útgerð á virkinum til at pakka fisk í verðar.
Men tað verður sjálvandi alt eftir, hvat loysir seg fíggjarliga.
- Endamálið er, at hetta skal verða eitt stórt arbeiðspláss við so nógvum fólki, at tað skal minna um gamlar dagar, sigur Hans Joensen.