Fleiri amerikanskir hermenn falnir

Í hvussu er 16 amerikanskir hermenn og ein fregnartænastumaður eru falnir í bardøgum í Afghanistan.

 

ÚTLAND:


USA hevur seinastu vikuna sent hundraðtals herflotamenn til leiðina við býin Kandahar har suðuri í Afghanistan, og hermenninir hava longu verið í bardaga við Taliban-hermenn, sum verja býin, ið er høvuðsstøð hjá Taliban.


Talsmenninir hjá amerikansku stjórnini hava ikki verið serliga tíðindafróir, tá teir eru spurdir um gongdina í bardaganum um Kandahar, men pakistanska blaðið Frontier Post skrivaði í gjár, at 16 amerikanskir hermenn eru deyðir í bardøgunum um býin.


Sambært blaðnum doyðu teir 16 hermenninir, tá amerikanararnir lupu á Dolangi-floghavnina í útsynning úr Kandahar seinasta mánadag. Blaðið visti at siga, at amerikansku hermenninir vóru í ferð við at fyrireika sær eina støð tætt við floghavnina, tá ein deild av Taliban-hermonnum leyp á teir.


Talsmenninir hjá amerikansku stjórnini hava einki grett um mannfallið, og vesturlendskir fjølmiðlar hava heldur ikki borið nøkur tílík tíðindi.


Hinvegin hevur amerikanska stjórnarumsitingin viðgingið, at ein starvsmaður hjá fregnartænastuni CIA doyði í Mazar-i-Sharif har norðuri í Afghanistan. Tann 32 ára gamli Johnny Spann doyði, tá amerikanskir og bretskir hermenn hjálptu Norðursamgonguni at berja ein fangauppreistur í býnum niður.


Minst 450 fangar lógu eftirá, og Amnesty International vil vera við, at nógvir av fangunum vórðu avrættaðir. Myndir hava víst, at fleiri fangar vóru bakbunnir, tá teir vórðu skotnir.