Strandferðslan boðar frá, at koyringin byrjar aftur á leið á 300 og 350, sum er Tórshavn-flogvøllur-Gásadalur.
– Byrjað verður at koyra aftur á leið 300 og 350, koyrt verður sambært ferðaætlan, skrivar Strandferðslan.
Seinast dagført: 18. januar kl. 07:46
Um leið 200 verður sagt, at vegna ring koyrilíkindi er eingin koyring á leið 200 gjøgnum Svínáir og Norðskála, hósdag 18. januar.
Seinast dagført: 18. januar kl. 07:31
##med2##
Og boðað er frá broyting á Skálafjørðinum. Har verður sagt, at vegna ring koyrilíkindi koyrir leið 440 millum Skálafjørð og Strendur fyribils oman og niðan gjøgnum Skákið (Skála). Tað vil siga at koyrt verður ikki gjøgnum norðasta part á bygdini Skála. Galdandi hósdag 18. januar.
Seinast dagført: 18. januar kl. 06:37