Fleiri bilhandlarar á keypstevnu á Nabb í 1971

Í sambandi við at bilasølan hjá Ivan Johansen byrjaði í 1971, kunnu nevna onkrar hendingar sum fóru fram hetta árið, og hagtøl yvir søluna av nýggjum bilum

Í sambandi við at bilasølan hjá Ivan Johansen byrjaði í 1971, kunnu nevna onkrar hendingar sum fóru fram hetta árið, og hagtøl yvir søluna av nýggjum bilum


???????????????????

Bilar

Magnus Gunnarsson

????????????????????


24. februar. Seinnapartin var farið undir útgravingina til Vesturkirkjuna úti við Landavegin, eftir lítla samkomu, har varabispur J. Joensen segði nøkur orð.

29. mars. Í Vestmanna brendu trý hús í grund. Eitt snikkaravirki saman við grannahúsunum og Hotel Centrum.

5.apríl. Nýggi hekkutrolarin hjá partafelagnum J.F.Kjølbro, Sjúrðarberg, sum var bygdur í Aalesund, kom til Klaksvíkar hendan dagin

12. juni. Danska kongaskipið Dannebrog kom á vitjan í Føroyum við trúnarvinginum Margrethe prinsessu, og Hendrik prinsi. Tey vitjaðu m.a. í Tjørnuvík, á Sandoynni og í Suðuroynni.

2. september. Borgarstjórin í Havn, Kjartan Mohr, setti "Keypstevnuna 71", í ítróttarhøllini á Nabb. Undir hátíðarhaldinum ynskti borgarstjórin bæði fyrireikarunum Hans Mortensen og Heðin Jacobsen, og framsýnarunum góða eydnu við tiltakinum. Fleiri bilhandlarar vóru umboðaðir á hesi keypstevnu.

5. oktober. Á fólkatingsvalinum hendan dagin vóru sitandi fólkatingsmennirnir Hákun Djurhuus úr Fólkaflokkinum og Jóhan Nielsen úr Javnaðarflokkinum afturvaldir.

26. oktober. Hendan dagin kom nýggja strandfaraskipið, Ritan, á Havnina. Skipið verð bygt í Hollandi, til sigling millum Havnina og Skopun.

Kelda: Árið ið fór 1971


????????????????????


Nýggir bilar í 1971


Á hesum yvirlitið frá 1971, sæst at tilsamans vóru seldir 941 bilar, harav Ivan Johansen hevði selt 17 Renault bilar frá tí hann byrjaði í mai mánaða.Seinni í sjeytiárunum bleiv sølan av Renault umleið hundrað bilar árliga.

bilar

Mazda ??????????????? 169 Ford ???????????????? 153

Toyota ??????????????? 112

Fiat ????????????????? 58

Volvo ???????????????? 54

Audi ???????????????? 42

Datsun ??????????????? 38

VW ????????????????? 35

Sunbeam ??????????????? 33

Opel ????????????????? 32

Bedford ??????????????? 27

BMW ???????????????? 27

Vauxhall ??????????????? 26

Morris ??????????????? 25

Citroën ??????????????? 18

Renault ??????????????? 17

Austin ???????????????? 16

Chrysler ??????????????? 9

Land Rover ?????????????? 7

Saab ????????????????? 7

Scania ???????????????? 6

AMC, Rambler ????????????? 6

NSU Prinz ??????????????? 6

Mercedes -Benz ???????????? 5

Peugeot ???????????????? 4

Simca ???????????????? 3

Moskwitch ?????????????? 2

Leyland ???????????????? 1


Tilsamans 941


Kelda: Bileftirlitið