Fleiri fólk eru deyð í einum russiskum rakettálopi á næst størsta býin í Ukraina, sum kallast Kharkiv.
Sambært Reuters, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at russar lupu á eina postskiljistøð.
Guvernørurin í Kharkiv-regiónini upplýsir, at seks fólk eru deyð, og 14 eru løstað í russiska álopinum.
Sambært tíðindastovuni NTB hava óheftar keldur ikki váttað álopið.
Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til hetta seinasta álopið á Kharkiv.
Býurin, sum hevur verið fyri óteljandi russiskum álopum, liggur nærindis russiska landnyrðingsmarkinum.
##med2##