Fleiri eru deyð, eftir at eitt minni flogfar er dottið niður í einum skógi í Sveis.
Flogfarið datt niður stutt fyri klokkan 10 í morgun uttan fyri býin Hergiswil, upplýsir løgreglan í Nidwalden.
Myndugleikarnir máttu senda sløkkityrlur yvir skógin at oysa vatn yvir økið fyri at sløkkja skógareldin, sum stóðst av vanlukkuni, áðrenn bjargingarfólk kundu sleppa fram at flogfarinum.
– Áðrenn bjargingarfólkini sluppu til staði, breiddi eldurin seg í skóginum. So eftir at tyrlurnar høvdu sløkt eldin, og ein geil varð ruddað gjøgnum skógin, sluppu bjargingarfólkini fram at flogfarinum, sigur løgreglan sambært Reuter tíðindastovuni.
Flogarið brann alt sum tað var, og tí er enn ikki gjørligt hjá løgregluni at staðfesta, hvussu nógv fólk vóru í flogfarinum, skrivar AP tíðindastovan.
Einki er frætt um nakran, sum slapp frá vanlukkuni við lívinum.
Seinnapartin var bjargingararbeiðið framvegis í gongd, upplýsir løgreglan í Sveis til miðlin ARC Info.
Tað er bert ein vika síðani, at eitt annað lítið flogfar datt niður í Sveis. Tað var í sveisisku Alpunum, og tá doyðu fýra fólm, teirra millum tveir danir, ein 59 ára gomul kvinna og 20 ára gamli sonur hennara.
/ritzau/