Stóru parkeringstrupulleikarnir í miðbýnum í Havn er ein støðugur og vaksandi trupulleiki.
Av einhvørji orsøk hava parkeringsviðurskiftini sera lítlan áhuga hjá býráðslimum í høvuðsstaðnum – og eingin bati er at hóma.
Seinastu árini eru nógv parkeringspláss tikin burtur. Fyri nøkrum árum síðani var sølutorg bygt á eini 10-15 parkeringspláss, sum vóru fram við bryggjukantin í Vágsbotni. Í summar hevur Tórshavnar kommuna stongt bryggjuna í Vágsbotni fyri allari almennari ferðslu, og harvið mistu havnarborgarar atgongd til eini 30 parkeringspláss afturat.
Í summar hevur Tórshavnar kommuna eisini lagt Steinagøtu – sum var gøtan millum Steinatún og bygningin hjá BankNordik – undir heilt. Har ruku eini 10 parkeringspláss. Men saman við teimum hvurvu eisini parkeringspláss í ovara parti av gongugøtuni, sum bilar nú ikki hava atgongd til. Saman við teimum plássum har, sum býráðið longu hevði lúkað burtur seinastu árini – hvurvu eini 6-7 parkeringspláss.
Les eisini: Landsstýrisfólk kunnu gloyma parkeringsskivuna
Í túninum millum Reinsaríið og Miðlahúsið í Tórsgøtu vóru trý parkeringspláss, sum býráðið eisini hevur tikið burtur í summar.
Tvey av plássunum, sum kommunan hevur tikið burtur í summar vóru parkeringspláss til avlamin.
Afturat hesum koma so tey átta parkeringsplássini, sum landsstýrisfólkini kunnu brúka sum teimum lystir, tí tey hava serrættindi at parkera so leingi tey vilja uttan at fáa bót. Tað er ein skipan, sum Tórshavnar kommuna og Politiið hava givið teimum. Ein skipan, sum minst fimm tey seinastu valdu býráðiðini í Havn hava góðtikið – uttan at bøta um parkeringsmøguleikarnar hjá vanligum havnarborgarum.
Samstundis sum parkeringsplássini fækka, so veksur talið av bilum – bæði í Føroyum sum heild og í miðbýnum í Havn. Vaksandi virksemið í miðbýnum gevur meira ferðslu. Og hóast vit øll kunnu fegnast um, at nógv arbeiðspláss eru komin í miðbýin seinastu árini, so økir tað bara enn meira um óloysta parkeringstrupulleikan.
Herumframt vísa hagtøl, at bilatalið í landinum alsamt veksur. Í 2003 vóru umleið 24.000 akfør í Føroyum. 10 ár seinni var talið vaksið við meira enn 25 prosentum til umleið 31.000.
Í 2014 og í 2015 hevur bilasølan eisini sett met.
Les eisini: Parkeringsloyvini fangað í valstríði
Hóast ókeypis býbussar í Havn, so ynskja tey, sum búgva og virka og vitja í miðbýnum í Havn skipað viðurskifti og fleiri langtíðar parkeringspláss. Einasta stóra parkeringsplássið í Havn, sum er í gerð í løtuni, er við ítróttarhøllina á Hálsi