Fleiri fátæk børn í Bretlandi

Broytingar í bretsku vælferðarskipanini og minni løn fara at hava við sær, at tey bæði næstu árini fer talið á bretskum børnum, sum liva undir fátækramarkinum, at veksa við umleið 600.000. Tað sigur stovnurin The Institute for Fiscal Studies í einari nýggjari frágreiðing.

Í fjør vístu hagtøl, at 2,5 milliónir bretsk børn ella umleið 19 prosent av øllum børnunum í landinum liva í fátækradømi, og IFS væntar, at talið verður 3,1 milliónir um tvey ár.

Í Bretlandi er markið fyri fátækradømi ásett soleiðis, at um inntøkan hjá einum húski er 60 prosent minni enn meðalinntøkan, verður húskið mett at liva í fátækradømi.

Ein talskvinna hjá bretsku stjórnini sigur, at frágreiðingin hjá The Institute of Fiscal Studies er ikki bein, tí hon tekur ikki atlit til tær ábøtur, sum stjórnin hevur framt við tí fyri eyga at avmarka fátækradømið millum børn.