Rógvi Jacobsen umboðaði føðilandið fyri 48. ferð, tá ið hann skoraði fyri tíggjundu ferð og harvið legði seg ovast á føroyska máltindin. Gamla metið átti Todi Jónsson. Hann umboðaði Føroyar 45 ferðir, og í hesum dystunum skoraði hann níggju mál.
Seks av teimum tíggju málunum hevur Rógvi Jacobsen skorað á útivølli, og fýra ferðir hevur hann verið á heimavølli, tá ið hann hevur verið fagnaður sum málskjútti fyri Føroyar.
Tað tók sína tíð hjá Rógva Jacobsen, áðrenn hann fyrstu ferð fekk bóltin í mótstøðumálið. Tá ið Føroyar sunnudagin 10. februar 2002 spældu venjingardyst í Limasol á Kypros ímóti Póllandi, var Rógvi Jacobsen fyri 14. ferð á landsliðnum. Í 27. minutti javnaði hann til 1-1. Pólland vann 2-1.
Næsta málið skoraði Rógvi í EM undankappingardystinum á Laugardalsvøllinum í Reykjavík 7. juni 2003. Ísland vann 2-1, og Rógvi Jacobsen javnaði til 1-1 í 63. minutti.
Tá ið Ísland í somu kapping vitjaði á Tórsvølli 20. august í 2003, varð úrslitið aftur 2-1 til Ísland. Aftur hesa ferðina javnaði Rógvi Jacobsen til 1-1. Tað gjørdi hann í 66. minutti.
18. august í 2004 vitjaði Malta á Svangaskarði. Úrslitið í vinardystinum var 3-2 til Føroyar. Rógvi Jacobsen økti um leiðsluna til 2-0 í 42. minutti.
11. oktober í 2004 endaði HM undankappingardystur á Kypros 2-2. Rógvi Jacobsen legði í 42. minutti Føroyar framum 2-1.
4. juni í 2005 spældu Føroyar og Sveis HM undankappingardyst á Svangaskarði. Sveis vann 3-1, og fyri sættu ferð var Rógvi Jacobsen føroyskur málskjútti. Í 70. minutti javnaði hann til 1-1. Tann støðan helt sær í tríggjar minuttir, so legði Sveis seg aftur á odda, og undan leikloki staðfestu teir sigurin.
Fýra tey síðstu málini á veg ímóti tindinum hevur Rógvi Jacobsen skorað í EM undankappingini, sum nú er lokin. Føroyar hava skorað fýra mál, og Rógvi hevur hvørja ferð verið skarprættari.
Fyrsta málið skoraði hann, tá ið Føroyar í Georgia 28. mars taptu 3-1. Í 55. minutti minkaði Rógvi um munin til 2-1.
Annað málið í EM undankappingini skoraði Rógvi í heimadystinum ímóti Italia tann 2. juni í ár. Italia vann 2-1, og Rógvi Jacobsen minkaði um munin til 2-1, tá ið tað restaðu trettan minuttir.
12. september er minnisríkur føroyskur fótbóltsdagur. Henda dagin í heyst var landsliðið í Litava, har úrslitið gjørdist 2-1 heimasigur. Rógvi Jacobsen minkaði um munin í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.
Við níggju málum hevði Rógvi Jacobsen lagt seg upp á síðuna av Toda Jónsson, og síðani hevur tað bara verið ein spurningur um tíð, nær metmálið fór at gerast veruleiki. Tað gjørdi tað sjey minuttir undan leikloki mikukvøldið 21. november, tá ið Føroyar taptu 3-1 ímóti italsku heimsmeistarunum í Modena í Italia.