Fleiri fyrimunir við evruni

Tað hevði verið til stóran fyrimuns fyri føroysku útflutningsvinnuna, um danir atkvøddu ja til evruna á fólkaatkvøðuni, vísir stjórin á Fiskasøluni á

Høvdu danir atkvøtt fyri evruni og Føroyar sostatt komu við í evrusamstarvið, hevði hetta gjørt útflutningsmarknaðin hjá føroyingum størri, tryggari og betur.

Hetta heldur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni.

Hans Johannes á Brúgv vísir á, at føroyska útflutningsvinnan kundi fingið væl meira av peningi burturúr, høvdu vit evruna sum gjaldoyra. Hetta hevði nevniliga gjørt, at vit sluppu undan at veksla allar inntøkur um til krónur og vera noydd at rinda gjald fyri vekslan.

Eisini høvdu vit við evruni sum gjaldoyra sloppið undan at tryggja hvørt oyra, vit handla við, fyri kurstapi mótvegis teimum stóru gjaldoyrunum, vísir Hans Johannes á Brúgv á.


Stór umsiting

Stjórin á Fiskasøluni sigur, at heili 80 prosent av føroyska fiskinum, sum verður útfluttur, verður seldur til lond í ES.

? Hetta merkir, at meginparturin av okkara handlum fara fram í evrum, sigur Hans Johannes á Brúgv.

Men samstundis vísir fiskasølustjórin á, at tá roknskapurin skal gerast upp, skal hann gerast upp í krónum. Hetta merkir, at peningurin má vekslast, og tað kostar.

Í veruleikanum merkir hetta, at Fiskasølan er noydd at arbeiða í krónum alla tíðina. Og tá krónan er eitt so mikið lítið gjaldoyra í mun til evruna, er neyðugt at tekna tryggingar móti kurstapi, og hetta kostar eisini.

Alt hetta skapar eina nógv størri umsiting, enn tað hevði gjørt, høvdu vit evruna til gjaldoyra, vísir Hans Johannes á Brúgv á.


Fer ikki at órógva

Hóast tað nú er greitt, at evran ikki verður føroyskt gjaldoyra tey næstu mongu árini, roknar Hans Johannes á Brúgv kortini ikki við, at danska avgerðin fer at gera arbeiðið hjá føroysku útflutningsvinnuni uppaftur truplari.

? Hetta fer helst ikki at merkja nakra broyting í okkara arbeiði, og eg rokni heldur ikki við, at danska nei-úrslitið fer at órógva evropeiska marknaðin fyri fisk, sigur Hans Johannes á Brúgv.