Magnus Gunnarsson
??????????????????
BMW er tað bilmerki, ið hevur vunnið mest í kappingini "International Engine of the Year Award", síðan kappingin byrjaði fyri nøkrum árum síðan. Í dómsnevndini eru 38 altjóða góðkendir motorserfrøðingar úr 17 ymiskum londum. Tann 6-syl. BMW M3-motorurin uppá 3.2 litur við 343 hk, og einum snúningsmomenti uppá 365, vann heilar trýggjar virðislønir, har ímillum eisini "Overall winner" virðislønina.
Valvetronic
BMW motorarnir hava klára seg sera væl yvir fyri dómsnevndini. Motorarnir verða flokkaðir alt eftri hvussu væl teir krafta, bensinøkonomi og hvussu framkomnir og smartir teir eru. Tann nýggja Valvetronic tøknifrøðin, sum ger tann vanliga karburatorin óneyðugan, bleiv útnevnd til at vera ein kollveltandi nýskapan. Valvetronic skipanin minkar munandi um bensinnýtsluna, samstundis sum kraftin verður betri. Eisini er Valvetronic skipanin eitt gott íkast til at náa teimum framsøknu málunum at minka um luftdálkingina.
Kelda: BMW Import A/S