Fleiri herverk

Nógv fólk vóru í býnum um vikuskiftið, og politiið hevði nógv at gera av fullum fólkum, sum øll ikki vóru líka góð í sær.

 

Einki harðskapsmál varð tó reist.

 

Leygarmorgunin komu tríggjar fráboðanirnar um herverk. Tey vórðu øll framd um náttina á Marknagilsvegnum og við skúlaheimið í Marknagili. ´´I øllum trimum førunum vórðu bilar skøvaðir.