Fleiri hundrað handverkarar fara at rýma av landinum

­ Teir vilja hava arbeiðsloysi tí so er lættari at trýsta lønina niður. Tí skal skattafrádrátturin til handverkarar uttanlands takast av. Føroyskir meistarar skuldu heldur betalt ordiliga løn, so fingu teir allar teir handverkarar heim, sum teir vildu.

­Heldur Karsten Hansen, at landskassin fer at spinna gull burturúr at gera umstøðurnar hjá handverkarum verri, mistekur hann seg stórliga.

Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag ávarar fíggjarmálaráðharran ímóti at fylgja ráðunum frá Vilhelmi Johannesen, formanni í Føroya Handverksmeistarafelag.

Meistarafelagið hevur leingi talað fyri at taka av tann serliga skattafrádráttin, sum føroyskir handverkarar, ið arbeiða uttanlands, fáa.

Føroysku Meistararnir, søgdu í Sosialinum í fyrradagin, at teir mangla handverkarar, men teir noyðast at fáa útlendskar handverkarar, tí ongin av teimum føroysku handverkarunum uttanlands, vilja koma heimaftur.

Ein orsøkin til tað er tann serligi skattafrádrátturin teir fáa.

Hann mælir tí til at avtaka hann fyri at eggja teimum at koma heimafturat arbeiða.

Í Sosialinum í gjár segði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, at hann var sinnaður at umhugsað støðuna við uttanlandsfrádráttinum og at hann fór at gera broytingar um tað varð neyðugt.

Hann helt at tað ?hekk ikki saman³ at føroyskir handverkar ikki vildu koma heinaftur, hóast arbeiði var til teirra.

Hann hugsaði eisini um skattakrónurnar, sum landskassin missir við tað, at handverkarar uttanlands fáa ein serligan skattafrádrátt.

Tað hjálpir onki

Formaðurin í Havnar Handverkarafelag ávarar staðiliga ímóti at pilka við skattafrádráttin.

­ Úrslitið av tí verður ikki, at handverkarar fara at streyma aftur til Føroyar at arbeiða.

­ Hinvegin verður avleiðingin, at teir fara allir sum ein at flyta bústað, og at taka øll húski síni við.

­Og so fær landskassin ikki eina tað einastu krónur.

Eyðfinn Petersen, at handverkaralønin uttanlands er so mikið goð, at hóast teir ikki fáa skattafrádráttin, svarar tað seg nógv betri at arbeiða uttanlands, heldur enn at koma heim.

­ Og føroyskir handverkarar eru ikki býttari enn so, enn at teir vita tað, og handla hareftir.

­ Hinvegin ger uttanlandsfrádrátturin tað, at teir verða búgvandi í Føroyum við sínum húskum og betala skatt her, sigur formaðurin í Havnar Handverkarafelag.

­ Men flyta teir bústað uttanlands við øllum sínum húskum, er í hvussu so er onki vunnið hjá landskassanum, tí so rúka allar skattakrónurnar hjá teimum, ístaðin fyri sum nú, nakrar heilt fáar.

Upplýst er, at einir 400 handverkarar arbeiða uttanlands og fáa hendan serliga frádráttin.

­ Tað mátti verið frægari at teir arbeiða uttanands, heldur enn at liggja á ALS og Almannastovuni í Føroyum, heldur formaðurin í Havnar Havnar Handverkarafelag.

Eitt hálvt ár

Formaðurin í Havnar Handverkarafelag sigur, at handverkarar og meistarar hava verið á fundi við landsstýrið undan hesum, um uttanlandsfrádráttin.

­ Tá varð avtalað, at ger landsstýrið broytingar, skal tað til ummælis hjá feløgunum og vit skuldu fáa broytingarnar at vita minst eitt hálvt ár áðrenn tær verða settar í gildi.

Vilja hava arbeiðsloysi

Eyðfinn Petersen heldur, at tað sum í veruleikanum býr aftanfyri tráðanina eftir at avtaka uttanlandsfrádráttin og royndina at fáa fleiri handverkarar heim, er at tað skal vera eitt ávíst arbeiðsloysi ímillum handverkarar.

­ Teir vilja hava arbeiðsloysi. Tí so liggur betri fyri at halda lønarlagnum niðri.

­ Hetta er køld og kensluleys spekulatión í arbeiðsloysi fyri at halda lønarlagnum niðri.

­ Ganga nógvir handverkarar arbeiðsleysir, er verri hjá teimum, sum hava arbeiði, at krevja eina sámiliga løn, tí teir vita, at tað standa nógvir mans til reiðar, altráðir eftir at taka arbeiðið.

Nógv hægri løn

Handverkaralønin í Føroyum er 86,65 krónur um tíman.

­ Hetta skuldi verið ein minstuløn, men er blivin ein mestaløn.

Í Danmark er minstalønin ikki meiri enn einar 78 krónur um tíman.

­ Men tað ikki ein handverkari sum ikki fær nógv meiri í løn.

­Á Keypmannahavnarleiðini er ein vanlig handverkaraløn 140 krónur. ­ Allar vánaligasta lønin í Danmark er um 105 krónur um tíman.

Sama lønarlagið er í Noregi.

Hví ikki føroyingar?

Nú verður sagt, at føroyskir meistarar mangla arbeiðskraft og noyðast at innflyta útlendskar handverkarar, tí føroyingar vilja ikki koma heim.

­ Teir fáa ongar útlendingar at arbeiða her fyri 86,65 um tíman.

­Tað vísir seg, at meistararnir vilja fegnir betala einum útlendingi 140 krónur um tíman - bara ikki einum føroyingi.

­Men hví ikki eisini betala einum føroyingi sámiliga løn, so skuldu teir nokk komið heimaftur, heldur Eyðfinn Petersen

­Men hví ikki eisini betala einum føroyingi sámiliga løn, so skuldu teir nokk komið heimaftur, heldur Eyðfinn Petersen.