Aftur í nátt vóru fleiri jarðskjálvtar við íslendsku bygdina Selfoss Alla nátt hava jarðskjálvtar verið við bygdina Selfoss í Íslandi. Skjálvtarnir hava verið veikir, og tann sterkasti, sum var klokkan seks í morgun, var 3 á Richter-stiganum.
Jarðskjálvtarnir við Selfoss byrjaðu um áttatíðina í gjárkvøldið, og tann fyrsti var 3,5 á Richter-stiganum.
Íslendskir jarðfrøðingar halda ikki, at teir veiku skjálvtarnir við Selfoss eru tekin um, at nakar harðari skjálvti er í hondum.