Fleiri kvinnur flyta nú aftur til Føroya

Um tveir ella tríggjar mánaðir fer fólkatalið í Føroyum helst upp um eitt søguligt mark

Seinastu tíðina er fólkatalið á kvinnum í Føroyum hækka meiri enn talið á monnum er hækka.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Sum vit lósu í áðni, er fólkatalið í Føroyum hækkað 743 fólk hetta seinastu árið. Og av teimum, eru 386 kvinnur og 339 menn og sostatt er munurin ímillum kynini minkaður í seinastuni.

 

 

Les eisini: Fólkatalið veksur við somu øði

 

 

Tað hevur annars verið mettur at vera ein av teimum heilt stóru trupulleikunum, at vit hava so stórt undirskot á kvinnum í Føroyum.

 

Hagstovan sigur, at orsøkin til, at munurin ímillum kynini er minkaður, stendst serliga av, at tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum nú flyta aftur til Føroya.

 

Hetta seinasta árið eru tað nevniliga 42 fleiri kvinnur, sum eru fluttar til Føroya, enn tað eru menn. Hinvegin er ongin munur á kynunum á, hvussu nógv verða fødd, og hvussu nógv doyggja.

 

– Hetta seinasta árið vórðu 37 fleiri dreingir føddir enn gentur, og tað doyggja 42 fleiri menn enn kvinnur.

 

Tilsamans verður úrslitið, at í fólkavøkstrinum hetta tíðarskeiðið eru 47 fleiri kvinnur enn menn.

 

Hagstovan sigur eisini, at heldur hendan gongdin fram, fer fólkatalið í Føroyum at veksa enn skjótari enn higartil mett

 

– Vøksturin hevur verið so stórur seinastu mánaðirnar, at nú verður tað kanska longu í februar-mars, at vit fara upp um 50.000 fólk í Føroyum, sigur Hagstovan.