Tvær ferðir um árið noyðast tey sum fylgja mótanum fult út, at fylla sær klædnaskápið av nýggjum. Sjálvt um kavin í skrivandi løtu liggur tjúkkur uttanfyri, so er summarmáladagur farin afturum, og hetta merkir samstundis, at klædnahandlarnir kring landið eru farnir at brynja seg til fyrstandandi summarið. Vetrarklæðini eru langt síðani farin á útsølu, og stillað verður nú út av nýggjum.
Eitt av teimum árligu afturvendandi tiltøkunum tá summarmótin skal vísast fram er tann stóra mótasýningin í SMS. Seinasta mikukvøld bjóðaðu handlarnir í SMS øllum mótahugaðum til tað hálvárligu mótasýningina, og skal metast út frá talinum av teimum vitjandi, so hava tey handlandi gott í væntu, tá sólin fer at senda sínar fyrstu geislar.
Summarmótin fer í ár at loyva fleir litum innaftur enn vit hava sæð í seinastuni. Svart og grátt hava í longri tíð verið teir báðið ráðandi litirnir. Eftir hvat skilst á fólkum innan klædnavinnuna, so skal meiri kulørur setast á í summar. Uttan at síggja út sum ein leivd frá teimum skríggjandi litríku áttatiárunum, so er í summar galið einki galið í at vera eitt sindur reyður, gulur, bláur ella army grønur, um tú skuldi kent teg freistaðan.
Hvítar buksir vera eisini ein av stóru dillunum í summar. Sjálvt um hetta hevur verið at sæð fyri stuttum so verður spátt at hvítu brøkurnar eisini fara at gera um seg í summar. Cowboy buksurnar sum ikki hava havt tað so gott í seinastuni, og mestsum hava verið at rokna sum vørumerkið hjá teimum afturhaldssinnaðu, eru eisini á veg innaftur. Nýggjastu cowboy buksurnar eru rættuliga ljósar, og slitnar, og tað ger heldur einki um nøkur hol eru at síggja, og skal tað vera heilt gott, so skal annar reyvalummin helst vera skræddur av.
Stendur tað til tey handlandi, so skulu eisini skógvarnir skiftast út. Nýggju skógvarnir hava flatan snút, summir eru enntá sollaðir uppá tonna. Hjá teimum í ikki tíma at binda lissur, er einki at óttast. Baði skógvar við opnum hali, og við teimum tiltiknu karalásunum, klebriskógvar, eru á veg innaftur.
Myndamaðurin hjá Yngd var í SMS mikukvøldið, so til ber hjá lesaranum at gera sær eina meting av hvussu rættast er at síggja út tá summarið kemur. Sjálvt um summarið, í kulda og kava, kann tykjast óendaliga langt burtur.