Fimm spælarar aftrat hava nú skrivað undir sáttmálar við NSÍ, sum harvið roynir at tryggja sær eitt gott grundarlag til komandi kappingarárini. Síðani í summar hevur felagið longt við átta av spælarunum á besta mansliðnum.
Í hesum umfari hava Kristian Joensen, Magnus H. Olsen, Monrad Holm Jacobsen og Pætur Høj skrivað undir tvey ára sáttmálar, sum eru galdandi kappingarárið 2014 út, og Andras Frederiksberg hevur skrivað undir eitt ára sáttmála, sum er galdandi til og við 2013.
Tá man sleppur at spæla, er tað jú gott, og eg stórtrívist í NSÍ, sum veruliga roynir at skipa seg av nýggjum, og haraftrat hevur tað gingið væl hjá okkum í ár, í mun til hvat mong mundu vænta av okkara unga liði, sigur málverjin, Kristian Joensen, sum í hesum døgum eisini er upptikin av A-landsliðnum.
Sjálvandi er ein landsliðssessur ein góð gularót at hava, og sjálvt um vit nú eru tríggir, so er Jákup Mikkelsen hóast alt 42 ára gamal, og tí er møguleikin fyri at fáa kjansin í málinum ikki heilt eingin. Men her og nú skal eg bara geva tol, njóta eg tað og taka tað sum eina uppliving, at eg eri inni í myndini.
Umframt sáttmálarnar við teir átta spælararnar, sum í flestu førum halda fram í tvey ár aftrat, hevur NSÍ eisini sáttmála við Pól Jóhannus Justinussen restina av hesum kappingarárinum, umframt at Viljormur Davidsen spældi tríggjar dystir við NSÍ, áðrenn hann fekk nýggjan sáttmála í Norra.
Á myndini síggjast Magnus H. Poulsen og Kristian Joensen við NSÍ-forkvinnuni, Kinnu Fritsdóttir Olsen, ímillum sín.