Nýggi háskúlastjórin, ið er uppvaksin í Finnlandi, men hevur búð í Føroyum í 23 ár tilsamans, hevur fleiri visjónir, nú hon hevur sitið í tríggjar vikur í stjórastólinum. Hon vónar millum annað at fáa brúkt umstøðurnar á skúlanum enn betur enn tær verða nýttar í dag.
– Eg hugsi ikki, at vit skulu vera ein yrkisskúli, men vit hava sera góðar umstøður, tá ið talan er um atelierpláss, at tekna í Hansastovu, og at arbeiða við leir- og glaslist. Eg vóni, at vit fáa nýtt hesar møguleikarnar enn betur, enn vit gera í dag, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
Respektera siðaarvin uttan at vera gammeldags
Hon leggur eisini dent á siðbundna mentanina.
– Eg vóni og havi sett mær fyri, at tá ið ein kemur inn her um fimm ár, so ber væl til at respektera siðaarvin uttan at vera gammeldags. Hamferð og Týr eru dømi um hetta, tí teir brúka gamlar sagnir og søgur og geva teimum nýtt lív fyri tey, sum eru ung í dag. Hetta er plássið hjá Háskúlanum. Eitt pláss, sum er opið fyri øllum. Hvussu vit gera og skipa tað, veit eg ikki enn, men eingin er ov fínur ella ófínur at koma á gátt og fáa okkurt virðismikið burturúr – sum ikki er peningaligt, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
Lýsing í finskum blaði leiddi til Føroya
Nýggi háskúlastjórin byrjaði í starvinum 1. oktober. Hon útlandsættað, men væl inni í føroyskum viðurskiftum.
– Eg og maðurin og okkara trý børn komu fyrstu ferð til Føroya í 1994. Tað er ein stuttlig søga, sigur hon.
Maður hennara æt Nikolaos Kapnas og var grikki. Tey búðu í Belgia og vóru virkin innan mentan og list, hon innan sjónleikin og hann í radio og sjónvarpssymfoniorkestrinum í Brussels.
– Men vit vóru við at keða okkum. Tað var bara arbeiði, hús og børn. Vit komu til tað, at vit máttu gera nakað annað. Eg fekk Sunnudagsblaðið úr Finnlandi, sum foreldrini sendu mær. Í blaðnum var ein lýsing, har Føroya Musikkskúli lýsti eftir fólki at undirvísa í musikkskúlanum. Eg hugsaði, at hetta kunnu vit ikki, men tað hevði kortini verið stuttligt. Sama kvøldið kom maðurin aftur frá arbeiði og segði, at hann hevði spurt, um hann kundi fáa farloyvi frá orkestrinum. Eg segði, at eg hevði verið á ferðaskrivstovu og kunna meg um Føroyar. Tað bleiv til eitt-ára starv veturin 1994-1995, og vit stórtrivust í Føroyum, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
##med2##
Virkin inn mentanarøkið í Føroyum
Tey avgjørdu longu, tá ið tey fóru avstað aftur, at um Føroyar vildu hava tey at koma aftur innan trý ár, so vóru tey til reiðar at koma og vildu vera her, til børnini blivu vaksin.
– Vit komu aftur til Føroyar í 1998. Eg byrjaði skjótt at undirvísa í sjónleiki og við verkætlanarleiðslu í Norðurlandahúsinum. Eg fór eisini at lesa føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Fyri 10 árum síðani skifti eg tjóðskap, so at eg eri føroyingur. Tá bar ikki til at hava dupultan tjóðskap, men tað ber til í dag. Tá avgjørdu vit, at hetta er okkara heim, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
Hon starvaðist í fleiri ár í Norðurlandahúsinum og frá 2008-2016 var hon leiðari fyri Listaleypin, eitt tiltak við endamálinum at lata fólkaskúlanæmingar uppliva yrkislist, sum Mentamálaráðið, kommunurnar og Norðurlandahúsið samfíggjaðu. Í nevnda tíðarskeiðinum var hon eisini verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum og stovnaði í hesum starvi Barnafestivalin, ungdómslistastevnuna Ung í Føroyum (saman við Rakel Helmsdal) og Altjóða frásøgudag í Norðurlandahúsinum.
Hedvig Westerlund-Kapnas gjørdist einkja í 2015, tá ið maðurin doyði av krabbameini.
Hon fekk tilboð um at fara til tað, sum svarar til Norðurlandahúsið í Finnlandi, Nordisk kulturkontakt í Helsinki. Hon var toymissamskipari í arbeiðinum at halda norðurlendska samstarvið sjónligt á mentanarpallinum.
Segði nei í fyrsta umfari
– Eg visti, at eg skuldi koma aftur til Føroya. Spurningurin var bara nær og til hvat.
Tá ið lýst varð eftir nýggjum stjóra til Háskúlan, helt hon ikki, at hon skuldi søkja.
– Eg fekk áheitan frá vinum um at søkja starvið. Men eg segði nei. Eg hevði gott arbeiði, sum eg treivst í. Tá ið eg aftur fekk áheitan, var mítt nei eitt sindur meira drálandi. Tá ið eg triðju ferð fekk áheitan, valdi eg at søkja, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
Og hon fekk starvið.
Eitt av børnunum býr og Føroyum, meðan tvey búgva í Danmark. Heima hjá teimum er tó í Føroyum.
Háskúlin ovurstóran týdning á mentanarpallinum
Føroya Fólkaháskúli er ikki ókendur fyri Hedvig, nú hon byrjaði sum stjóri har 1. oktober.
– Fyri nógvum árum síðani, tá ið Rói Patursson var stjóri á Háskúlanum, so undirvísti eg á einum skeiði í leiklist bara nakrar fáar tímar. Eg havi eisini verið inni á skúlanum, tá ið tann stóra norðurlendska leiklistarstevnan var, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
– Tað stóra er eisini, at sjálvt um skúlin er lítil, so hevur hann ovurstóran týdning á mentanarpallinum. Tað ber ikki til at búgva 20 ár í Føroyum og ikki hava samband við Føroya Fólkaháskúla. Tá ið eg undirvísti í Sjónleikarahúsinum, komu bólkar regluliga frá Háskúlanum og eisini onnur ung frá listaumhvørvinum. Tað kennist, sum at Háskúlin er ein so samantvunnin partur av mentanarlívinum, sigur hon.
Royna nýggj hugskot
Á heystskeiðnum á Háskúlanum ganga í løtuni 17 næmingar. Á hesum skeiðnum eru bara føroyingar, øll undir 30. Onkuntíð eri eisini útlendingar á skeiðnum.
– Vit hava ein ágrýtnan næmingahóp, sum eisini dugir nógv. Eg eri nýggj og havi nógv at seta meg inn í, men vit hava eisini nógv dugnalig starvsfólk. Eg vil eisini lurta eftir øllum teimum hugskotum, sum starvsfólkini og tey ungu, sum ganga á skúlanum, hava, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
Heystskeiðið varir fram til jóla, men eftir jól eru nógv styttri skeið av ymiskum slag. Háskúlin lýsir í løtuni eftir uppskotum til skeið at hava til várs.
– Vit halda fast í teimum góðu siðbundnu skeiðunum, sum til dømis familjuskeiði og pensjónistaskeiði, men vit vilja eisini fáa nýggj hugskot. Tað skal eisini vera pláss at royna nýtt. Sumt fer møguliga at rigga væl, meðan annað kiksar. Men tað skal vera pláss fyri tí, sigur hon.
Føroya Fólkaháskúli hevur sum endamál at menna føroyskt mál, siðmenning og mentan. Til várs verður serliga lagdur dentur á list og mentan. Málbólkarnir eru ung, vaksin, familjur og pensjónistar.
Umframt innihaldið í gerandisdegnum á Háskúlanum, so hevur nýggi háskúlastjórin eisini nógv at hyggja til viðvíkjandi fígging og bygningunum hjá Háskúlanum. Í løtuni verður dreingjagongin á Háskúlanum høvuðsumvæld, og hon vónar at fáa fígging til eisini at høvuðsumvæla gentugongina.
Gott við fleiri háskúlum
Síðstu tíðina eru fleiri nýggir háskúlar komnir í Føroyum, og tað gleðist hon um.
– Vit eru í tí hepnu støðu, at tað eru fýra háskúlar í Føroyum. Tað er Húsarhaldsskúlin, Mold & Mentanarháskúlin og Ítróttarháskúlin og vit. Hetta gevur okkum møguleikar. Tað er ikki neyðugt hjá okkum at gera alt. Tey eru góð til nøkur ting, meðan vit skulu vera góð til tað, ið vit eru góð til. Vit hava okkara viðføri, og tað er gott. Men mentan er livandi – eg lærdi á einum skeiði, at tað er feskvøra, sigur hon.
##med3##
Ynskir samstarv við hinar háskúlarnar
Er kapping millum háskúlarnar í Føroyum?
– Nei, eg síggi tað ikki sum kapping millum háskúlarnar. Tvørturímóti, eg vil leggja upp til samstarv. Eg ætli at møta hinum háskúlunum, men vit hava ikki havt okkara fyrsta felags fund enn. Eg haldi, at tað er ein vilji millum allar háskúlarnar at samstarva, sigur hon.
Hon vísir á, at tað er ikki neyðugt hjá føroyingum at fara av landinum á háskúla. Men um onkur ynskir okkurt heilt serligt, so kann viðkomandi ganga á einum av háskúlunum í Føroyum fyrst, og so fara víðari.
Fyrsta kvinna
Í 120 ára gomlu søguni hjá Føroya Fólkaháskúla, er Hedvig Westerlund-Kapnas fyrsta kvinna í stjórastólinum og fyrsti persónur, ið ikki hevur føroyskar røtur.
– Øll tey, ið hava sitið undan mær, hava verið mentanarberandi føroyskir menn. Tíðin er broytt, og tað fær næstan ikki verið øðrvísi. Vit eru ikki har, sum vit vóru fyri 20 árum síðani. Eg vóni ikki, at stýrið hevur sett meg, bara tí at eg eri ein kvinna. Men at tað nú er ein kvinna, tá ið tað hava verið so nógvir menn frammanundan, tað er púra logiskt, sigur hon.
Nýggi háskúlastjórin er settur fyri fimm ár. Tá ið eg spyrji, hvussu tað fer at síggjast, at ein kvinna nú er í stjórastólinum, sigur hon:
– Spyr meg aftur um fimm ár.
Góðska í hásæti
Hon vísir á, at hon eisini hevur eitt risastórt netverk, og at hon møguliga fer at fáa fólk hendavegin at undirvísa og hava skeið, sum eru dugnalig innan sítt øki.
– Tað týdningarmesta er, at góðskan er í hásæti. Tað er týdningarmikið fyri eitt lítið land sum Føroyar, at bæði tey, ið duga nakað her, sleppa at geva víðari av tí, men tað er eisini týdningarmikið at fáa íblástur uttanífrá. Eg vóni, at skúlin um fimm ár livir væl og er aktuellur á mentanarpallinum. Tá vóni eg eisini, at vit hava fleiri næmingar. Eg kundi eisini hugsa mær, at skeiðini alt meira snúgva seg um mentan og list, sigur nýggi háskúlastjórin.