Nógva virksemi í Fuglafirði merkist eisini aftur í eftirspurninginum eftir sethúsum. Fá sethús verða lýst til sølu, og er tað onkur, sum hevur hug at selja, eru gjarna fleiri, sum hava hug at keypa. Hús í Fuglafirði standa ofta stutt á sølulista.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at kommunan júst hevur gjørt umleið 200 metrar av nýggjum vegi í leingjan av Bøvegi, og her verða í næstum nøkur grundstykki tøk til nýbygging.
Tað er Falkon, sum hevur gjørt hetta arbeiðið fyri kommununa, og teirra partur av arbeiðnum varð avhendaður fyri nøkrum døgum síðan. Her verða sjey grundstykki á ovaru síðu á vegnum og fimm undir vegnum.
- Her er gjørt klárt til allar íbindingar, og gøtuljós eru sett upp. Eftir er at asfaltera vegin, og eg vænti, at hesi grundstykki verða klár at selja nú í vár.
Borgarstjórin vísir á, at tvey grundstykki aðrastaðni í Fuglafirði í løtuni eru grivin út, og eini sethús eru komin í helvt.
- Onkur einstøk grundstykki eru at byggja á í Fuglafirði, men hesi eru helst ikki nóg áhugaverd. Tí er ógvuliga umráðandi, at vit fáa nýggj byggiøki í Fuglafirði.
Sonni á Horni sigur, at ymiskar ætlanir eru um útstykkingar í kommununi, men næsta útstykkingin, sum farið verður í holt við, er beint undir, har gøtan út á Kambsdal byrjar.
- Vit arbeiða við at fáa alt upp á pláss við lendinum, og síðan verður farið í gongd. Her kunnu nøkur sethús byggjast á báðum síðum á nýggja vegnum, sum verður gjørdur, sigur borgarstjórin.
Hann vísir á, at tað eru nøkur, sum ynskja at byggja beinanvegin, um tey kunnu ogna sær eitt hóskandi grundstykki. Síðan eru tað tey, sum ynskja at byggja í nærmastu framtíð - og at enda eru tey, sum ynskja at byggja seinni.
- Ein kommuna sum okkara eigur altíð at hava eini 15 grundstykki tøk, og tá skal talan sjálvsagt vera um grundstykki sum eru attraktiv at byggja á, sigur Sonni á Horni.