Fyri fýra árum síðan fór Vinnuháskúlin undir at hava dugnaskapsskeið, og áhugin fyri luttøku á hesum skeiðum er vaksandi.
Áhugin er nú so stórur at skúlin hevur hvørt ár tvey skeið við 15-20 luttakarum. Skeiðið varar í seks mánaðir.
Petur Hans Dahl, varastjóri á Vinnuháskúlanum veit ikki, hví áhugin vaksur. Hann viðmerkir tó, at tá ein bátsvanlukka er hend, søkja fleiri inn á skúlan at taka dugnaskapsroyndina.
Í sambandi við dugnaskapsskeiðið skulu allir næmingarnir út at sigla við Lív, sum Vinnuháskúlin leigar til endamálið. Tá sleppa allir næmingarnir at royna at standa við róðrið.
Varaskúlastjórin fegnast um stóra áhugan, tí í Føroyum eins og í Danmark krevst einki prógv fyri at kunna føra bátar undir 20 tons. Heldur ikki teir skjóttgangandi bátarnar. Onnur lond krevja, at skiparin skal hava útbúgving.
Petur Hans Dahl væntar, at hetta krav við lóg verður sett í gildi í Føoyum um ikki so langa tíð.
Í dugnaskapsskeiðinum er íroknað eitt skeið í at føra skjóttgangandi bátar.
Petur Hans Dahl sigur, at í undirvísingini verður stórur dentur lagdur á at greiða næmingunum frá, at sigling og rúsdrekka ikki hoyra saman.
Einki promillumark er ásett í sjólógini, men STCW-sáttmálin, altjóða sáttmálin um trygd á sjónum, kom í gildi 1. januar í ár. Hesin sáttmáli er galdandi fyri Føroyar, og í hesum sáttmálanum er promillumarkið ásett til 0,5. Tað er sama mark, sum stendur í ferðslulógini.