Fleiri oljufeløg við í 2. útbjóðing

Hóast áhugin neyvan verður so stórur sum í 1. útbjóðing fyri fýra árum síðani, so er hugsandi, at eini 7 til 9 oljufeløg fara at lata umsóknir inn. Alt bendir á, at Statoil, ChevronTexaco og Dong verða nýggju lokomotivini á landgrunninum.

Oljuleiting
Analysa
Jan Müller



Mikudagin 17. november er seinasti møguleiki at lata inn umsóknir til at leita eftir olju við Føroyar, til 2. rundu. Torført fyri ikki at siga ómøguligt er at fáa nakað at vita, hvørji feløg fara at søkja, men tað skilst, at fleiri feløg fara at søkja og fara vit at síggja hesi feløgini í Havnini komandi dagarnar. Hotellini í býuum hava fingið fleiri bíleggingar frá nógvum ymsum oljufeløgum.

Sosialurin hevur sett seg í sambandi við fleiri av feløgunum og Oljufyrisitingina, men eingin vil siga nakað. Út frá leysatíðindum og metingum ber kortini til at gera sær eina mynd av útbjóðingini. Lat okkum royna og koyra vit oljufeløgini og áhuga teirra fyri aðru rundu í tríggjar bólkar.

Fyrsti bólkur eru tey feløgini, sum longu hava boðað frá, at tey fara at søkja ella umhugsa tað alvorliga. Hesi eru: Statoil, ChevronTexaco, Føroya Kolvetni, Atlants Kolvetni, Dong og Geysir.

Annar bólkur eru feløg, sum ikki hava úttalað seg men sum kunnu hugsast at søkja, nú tey eru her frammanudan, og nú tað ikki er nakað krav at binda seg til at bora brunn. Hesi eru: Shell og Anadarco.

Triði bólkur eru so tey feløg, sum beinleiðis hava úttalað seg um, at tey fara ikki at søkja ella feløg, sum als ikki hava gjørt vart við seg ella sum hava verið ivandi: Hesi feløg eru: BP, ENI, Amerada Hess og BG.

So er eisini spurningurin, hvørji nýggj feløg kunnu hugsast at søkja:

Hesi eru: OMV, Total og ExonMobil.

Hvat kunnu so hesir upplýsingar og metingar brúkast til!

Eftir okkara metan fara eini 7 til 9 feløg at vera við í útbjóðingini. Hesi eru: Statoil, ChevronTexaco, Dong, Shell, Føroya Kolvetni, Atlantskolvetni, Geysir, OMV og møguliga Anadarco.

Neyvan fara øll hesi feløg at bjóða saman. Heldur er hugsandi, at tey fara at bjóða í ymsum samtøkum. Í hesum sambandi er rætt at hyggja eftir, hvørji feløg vóru við í 1. rundu, hvørji buðu saman og síðani hvørji feløg eru virkin hinumegin markið og hvørji buðu í seinastu bretsku runduni, hvør sær og saman.

Vit halda tað vera rættiliga sannlíkt, at tað fara at koma inn einar 5 til 8 umsóknir frá 7 til 9 feløgum. Hetta er væl minni enn til 1. rundu, men eisini náttúrligt, nú einki fund er gjørt. Økini, sum umsóknirnar fara at snúgva seg um, eru tey norðaliga á landgrunninum. Tvs. væl norðan fyri sokallaða Gullhornið, har flestu ella øll loyvini vórðu latin í 1. rundu. Eisini kann hugsast, at onkur feløg hava søkt um teigar heilt har suðuri. Orsøkin til at vita peika á økini longur norðari á landgrunninum er tann, at trupulleikin í Gullhorninum og sum eisini varð staðfest av Bpstjóra í Norðurlandahúsinum fyrr í ár, er tann,at tað tykist sum um, at eingin kappi ella tak er í møguligum oljugoymslum. Tvs. at oljan er guvað ella runnin burtur. Metingarnar eru nú, at slíkir kappar ella tak eru meira sannlik í strukturum longur norðari. Hetta hava serfrøðingarnir hjá Oljufyrisitingini eisini gjørt sær stóran ómak at kanna og kunngera. Eitt nú boðaði Oljufyristingin frá á fundi á ONS oljuráðstevnuni í Noregi herfyri, at sannlíkt var, at góðar og stórar olju- og gassgoymslur vórðu longur norðuri á landgrunninum og her varð eisini mett, at keldurnar kunnu vera risastórar og var samanbering gjørd við risastóra Clairfeltið í bretskum øki.

Hyggja vit so aftur eftir 2. rundu og áhuganum fyri henni, so er væl hugsandi er, at feløgini, sum eru við í loyvunum hinumegin markið, har fund eftir øllum at døma eru gjørd, eisini fara at søkja hesumegin markið, saman og hvør sær. Tí kann roknast við, at eitt felag sum OMV, sum ikki hevur verið á okkara øki fyrr, men sum er við í loyvunum hinumegin markið, eisini verður við í 2. útbjóðing. Tvs. at vit fara kanska at síggja Statoil, ChevronTexaco, Dong og OMV í umsóknunum. Eisini fara vit helst at síggja Føroya Kolvetni í hesum umsóknum so ella so, út frá tí sannroynd, at felagið er so virkið á bretska landgrunninum og fekk sera nógvar teigar í bretsku útbjóðingini. So er spurningurin, hvat feløg sum Shell, Geysir, Atlants Kolvetni og Anadarco gera. Geysir, sum er mannað við fyrrverandi Sagafólki, hevur víst stóran áhuga fyri økjum longur norðari og inni á landgrunninum. Spennandi verður at síggja, hvørjar teigar felagið fer at søkja um og saman við hvørjum. Vit hava hoyrt lítið til okkara egna Atlants Kolvetni. Kann hugsast,, at gamli kenningur Saga, nú Geysir, hevur bygt brýr til føroyska oljufelagið?

Øll bíða vit spent til mikudagin, tá oljumálaráðharrin Bjarni Djurholm,vónandi fer at kunngera áhugan fyri 2. útbjóðing. At dylja tað sum mansmorð kann neyvan tæna nøkrum, tí bíða vit eftir komandi útmelding frá Oljufyrisitingini.

Sum skilst fer Oljufyrisitingin at arbeiða skjótt og væl við umsókunum, soleiðis at loyvini kunnu latast í janaur. Dagurin 18. januar hevur verið nevndur sum dagurin, tá loyvini verða latin.