– Vit hava sett okkum fyri, at vit umleið triðjuhvørja viku skulu hava opnar kappingar, so tey ungu sleppa at royna seg og koyra ígjøgnum tær ymsu greinarnar, sigur Heri Ziska, næstformaður og venjari í Hvirluni.
– Á Tórsbreyt hava vit umstøður til at íðka allar frælsar ítróttargreinar uttan stangarlop, so tí royna vit at geva teimum ungu møguleikan at sleppa at royna alt tað, sum tey kunnu royna.
Heri sigur, at av tí at so nógvar rennikappingar eru, hevur Hvirlan í hesum opnu kappingunum lagt størstan dent á tær teknisku greinarnar, sum fevna um lop og kast.
– Tað kann tó eisini henda seg, at vit fara at royna onkra av »skeivu« renningunum, ið ikki verður so nógv runnin, tí vit vilja fegin, at eingin av greinunum skal vera púra ókend.
Opnu kappingarnar hjá Hvirluni byrjaðu leygardagin, tá tey kappaðu spjótkasti, klingruvarpi og trístøkki. Umframt teir fimm ungu íðkararnar, sum eru í aldursbólkunum 14-15 ár og 16-17 ár, vóru tvey vaksin við í kappingini, Meifríð Hansen og Rógvi Højgaard.