Sambært kappingarreglunum hjá FSF, so eru møguleikarnir fyri revsing fleiri, um felag hevur forbrotið seg mótvegis kappingarreglunum.
Sambært grein 40 í kappingarreglunum, so kunnu brot verða revsað við:
ávaring
bót
felag verður dømt at tapa dyst
felag verður dømt at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir
felag verður koyrt úr kappingini
Hinvegin er lítið at ivast í, hvør avleiðingin verður, um úrskurðurin hjá kappingarnevndini ikki gongur HB á møti. Fordømini bæði frá í fjør staðfestu greitt, at spælaraloyvið er ein somikið grundleggjandi partur av fótbóltsreglunum, at ein hørð revsing var neyðug, um hesi viðurskifti ikki vóru í lagi. Og tí er illa hugsandi, at revsingin verður nakað linari hesaferð, skuldi niðurstøðan verið, at spæliloyvið hjá Páll M. Joensen ikki hevur verið í lagi.
Og um so er, so merkir tað, at HB ikki longur er partur av steypakappingini. eins og liðið einki stig hevur eftir fyrstu fýra umførini av Formula-deildini. Tí hóast tað longu kom fram mikudagin, at ivi var um spæliloyvið, so var Páll partur av liðnum í Gøtu skírisdag og í Gundadali annan páskadag.