Nógv virksemi hevur verið í havnarlagum í Fuglafirði um vikuskiftið har fleiri skip hava landað til lokala virkið Havsbrún.
Høgaberg, ið hevur heimastað í Fuglafirði, var inni fríggjadagin og landaði 1.250 tons til virkið. Leygardagin kom Tróndur í Gøtu á Fuglafjørð við 2.000 tonsum og sunnudagin var tað Norðingur, ið landaði 1.300 tons. Sostatt blivu 4.550 tons landað til virkið um vikuskiftið.
Í morgun var túrurin so komin til Arctic Voyager, ið kom landaði umleið 750 tons til Havsbrún, sambært havsbrun.fo.