Tað er ongin samanhangur ímillum túratalið hjá Strandferðsluni út í Hest og gongdina í fólkatalinum.
Tað er niðurstøðan hjá Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni.
Stranferðslan hevur staðið fyri skotum, nú tey hava lagt eina nýggja ferðaætlan ímillum Hest og Gomlurætt.
Summi hava ført fram, at hetta fer at avtofta oynna, eitt nú hevur Útoyggjafelagið ført fram, at tað er beinleiðis samanhangur ímillum ferðasambandi og minkingina í fólkatalinum.
Men her er stjórin á Strandferðsluni ikki samdur. Hann sigur, at tølini vísa, at tað eru onnur viðurskifti enn ferðasambandið, sum er atvoldin til, at fólkatalið minkar.
- Hóast nógva sigling og hækkandi túratal hesi seinastu 15 árini, er fólkatalið í Hesti støðugt minkað, sigur hann.
Hann vísir á, at í 2001 búðu 51 fólk í Hesti. Tá vóru 19 túrar í oynna um vikuna. Í 2006 vóru 22 túrar í oynna, men tá var fólkatalið 37.
Hann sigur, at Strandferðslan sigldi 22 túrar út í Hest hvørja viku fram til 2011, og men tá var fólkatalið komið niður á 27.
- Túratalið øktist upp í 24 um vikuna í 2014 og 29 í 2015, men hetta fekk ikki fólkatalið at vaksa, tí í dag búgva 17 fólk í Hesti.
- Í 15 ár er fólkatalið sostatt minkað úr 51 fólkum, niður í 17 fólkum, hóast túratalið bara vaks. Tað er ikki vantandi sigling, sum er orsøk til fólkaminkingina, í eitt nú Hesti, sigur Hilmar Eliasen.
Hann sigur, at siglingin út í Hest er løgd eftir tí veruleika, sum er í oynni nú.
- Teistin siglir 17 tímar um samdøgurið, og vit skulu lúka krøv um trygd, hvílitíð og sáttmálar hjá tí almenna.
- Meira sigling krevur ein bát aftrat, og fáa vit hann, ber til at endurskoða verandi ferðaætlanina, sigur Hilmar Eliasen.
Hann leggur aftrat, at eisini á øðrum útoyggjum er fólkatalið nógv minkað seinastu árini, hóast betri skip eru fingin til vega á farleiðunum, eitt nú í Skúgvoy, Fugloy og Svínoy.
- Fólkaminkingin má síggjast í einum størri høpi enn bara at hyggja at farleiðunum, og Strandferðslan kann ikki einsamøll steðga henni.
- Politisk átøk krevjast at venda gongdini, Hilmar Eliasen.