Fleiri telduspøl og pitsur til føroyingar

Ein nýggj pitsamatsova, ein fyritøka, sum skal menna telduspøl, ein hárfríðkanarstova og eitt reiðarí afturat eru skrásett í partafelagsskránni

Aftur hesa vikuna eru fleiri nýggj partafeløg skrásett í Føroyum, tó at broytingarnar í partafelagsskránni hesa vikuna endurspegla, at fleiri eru farin á húsagang. Tað sæst á vikuliga yvirlitinum hjá Business-Line.

 

Óðin's Workshop er navnið á einum íverksetarafelag, sum Finn Haraldson, Tordur Absalonsson Hansen, Birgir Matras Simonsen, Karstin Tórbjørnsson Petersen og Jógvan í Garði hava stovnað.

 

Óðin's Workshop skal í høvuðsheitum arbeiða við at menna telduspøl.

 

Eitt nýtt reiðarí er skrásett, NTS Shipping Færøyene, sum er eitt dóttirfelag hjá norska felagnum NTS ASA. Jónas Sigmarsson er stjóri í felagnum.

 

Enn ein pitsamatstova fer at síggja dagsins ljós. Tað er Kevin Chukwudi Ugwa, av Norðskála, sum er stjóri í felagnum. 

 

Og so er ein háfríðkanarstova eisini sett á stovn, sp/f Ráh. Har er Annika Poulsen stjóri.

 

Allar broytingarnar eru at síggja á yvirlitinum hjá Business-Line.