Fleiri útlendingar skulu flúgva føroyskt

Atlantsflog vil hava fleiri útlendingar at flúgva til Føroya, og felagið vil eisini hava størri virksemið uttan fyri Føroyar fyri at menna felagið, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, á 25 ára føðingardegnum.

Í dag var stórt hátíðarhald í Vágum, tí tað eru liðin 25 ár síðani fyrstu flogferðina hjá Atlantsflogi. Opið hús var í Hangarinum á flogvøllinum, og nógv fólk var til móttøkuna.

Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, heldur, at orsøk er til at fegnast um tey 25 árini við føroyskum flogfelag.

- Tað er ein góð kensla at kunna hátíðarhalda 25 ár við flograkstri við útgangstøði í einum av heimsins minstu heimamarknaðum í einum av mest avbjóðandi umhvørvunum at reka flogferðslu í. Tað eiga vit øll at fegnast um, sigur Magni Arge.

Virksemið hjá Atlantsflogi er støðugt vaksið síðani fyrsta túrin í 1988, men felagið stílar framvegis eftir at fáa fleiri ferðafólk umborð á flogførini.

- Vit skulu vaksa um ferðafólktalið til Føroya. Fyri at vit kunnu veita føroyingum fleiri ferðamøguleikar og breiðari úrval av prísum, er tørvur at fáa fleiri ferðafólk at bera kostnaðin. Tað er avmakarð, hvussu ofta vit kunnu fáa 50.000 føroyingar upp at flúgva, men vit kunnu fáa fleiri útlendingar at flúgva til Føroya, og harvið fáa størri grundarlag til at menna okkara tænastur, sigur Magni Arge.

- Tað í sær sjálvum er kanska ikki nóg mikið, og tí skulu vit eisini byggja okkum eina inntøkukeldu upp uttan fyri Føroyar. Fyribils hava vit átikið okkum at flúgva charter-ferðir úr Danmark og suðureftir, og hetta gevur okkum eitt størri vavi og virkar til at betra um okkara kappingarføri.

Atlantsflog hevur í løtuni fýra flogfør. Í summar fer felagið at leiga eitt Airbus-flogfar afturat til sítt virksemi.