Í løtuni fiska fimm partrolarapør upsa, og eitt par er framvegis á gulllaksaveiði. Okkurt parið kemur inn at landa mánadagin, og hini koma, sum vikan gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap.
- Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk, og ein fiskar stinglaks. Djúpvatnstrolararnir koma helst inn at landa síðst í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey eisini ein norskan trolara mánadagin. Teir eru á svartkalvaveiði.
Tveir trolbátar eru norðanfyri, og fimm fiska á landleiðini. Tveir koma inn at landa mánadagin, og hinir landa væntandi miðskeiðis í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip eisini eru til fiskiskap eftir svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Væntandi koma bæði skipini inn at landa í vikuni sum kemur.