Fuglafjarðar kommuna fer í summar at skipa fyri "Ung í arbeiði”.
Ynskir tú at fríðka um kommununa og vinna nakrar krónur? Ert tú millum 14 og 16 ár? Kanst tú gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda, gera gøtur og annað.
- Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hetta svarar til 80 tímar.
Fuglafjarðar kommuna sigur, at umsøkjararar skulu vera fyltir 14 ár fyri 30. juni í ár, men mugu ikki fylla 17 ár fyri 25. juli.
- Arbeitt verður átta tímar um dagin frá klokkan 8 til 16. Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Kommunan sigur, at tað er ein treyt, at umsøkjarar skulu arbeiða tað tíðarskeið, teimum verður tillutað, soleiðis at skilja, at tað ikki verður góðtikið, at umsøkjari verður burturstaddur í tíðarskeiðnum.
Á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu - www.fuglafjordur.fo - er neyvari kunning um "Ung í arbeiði".