Arbeiðið við nýggju útstykkingini uppi á Vatnsryggi á Sandi er í gongd, og við ársenda í ár verður klárt at fara inn á nýggja økið at byggja. Tað er Articon, sum ger hetta arbeiði fyri Sands kommunu, og her fær kommunan 13 nýggj og byggibúgvin grundstykki.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at í næstum fer kommunan at viðgera, hvør prísurin á grundstykkjunum skal verða, og hvørjar treytir skulu setast teimum, sum vilja keypa grundstykkini.
- Vit ætla, at grundstykkini, tá klárt er at byggja, skulu seljast fyri minni enn 200.000 krónur. Tá eru vegur og gøtuljós komin, eins og allar íbindingar tá liggja til nýggju grundstykkini.
Borgarstjórin sigur, at í Sands kommunu ynskja tey, at bygdin verður eitt potentielt stað hjá fólki at seta búgv í - bæði hjá oyggjafólki og øðrum.
- Vit verða so nær meginøkinum um nøkur fá ár, og umframt eina vakra og óspilta náttúru og ríka søgu, hava vit allar møguleikar at bjóða bæði verandi og komandi íbúgvum - alt frá góðari barnaansing, skúla-og frítíðarvirksemi til røkt á ellisárum, sigur Brandur Sandoy.
Árini frammanundan hevur lítil eftirspurningur verið eftir grundstykkjum í Sands kommunu, men nú undirsjóvartunnilin gerst veruleiki um fá ár, og kommunan er í holt við nevndu útstykking, er eftirspurningurin eftir grundstykkjum nógv vaksin.
- Vit hava fingið væl fleiri fyrispurningar, enn vit kunnu nøkta í nýggju útstykkingini. Fólk vísa áhuga fyri at byggja á Sandi og hava skrivað seg upp til grundstykki í nýggju útstykkingini.
Brandur Sandoy sigur, at kommunan fer ikki út í nakra villa útstykkingarætlan, nú eftirspurningurin eftir grundstykkjum er veksandi, men hann ásannar, at neyðugt verður hjá bygdarráðnum at viðgera og taka støðu til nýggjar útstykkingar í nærmastu framtíð.
- Øll skulu vera hjartaliga vælkomin at seta búgv her hjá okkum, leggur borgarstjórin aftrat.