Fleskapolitikkur, undir­grund og fiskimark

Dimmalætting hevur havt eina greinarøð, har spurt verð­ur, hvat føroyingar lata til “ríkisfelagsskapin”. Tað einfalda svarið er: Vit lata tað dýrabærasta, ið eitt fólk kann eiga. Vit lata frælsi, sjálvsvirðing, ábyrgd, samanhald og menn­ingar­møguleikar frá okkum.
Men vit kunnu eisini spyrja, hvat fær Danmark aftur­fyri at kanna sær ræðið yvir Føroyum og Grønlandi?
Jú, hetta hevur givið og gevur Danmark eina ør­grynnu av fyrimunum: Inn­­tøkum. Sparingum. Sam­­starvs­avtalum. Handils­sam­­bond­um. Vinnu­møgu­leik­um. Og valdsstøðum í heim­inum. Danmark sum ríki – og donsk vinna og bú­skapur – hevði uttan síni hjá­lond als ikki kunnað havt tær inntøkur og teir møguleikar, tey hava havt.
Vit kunnu taka fram nøkur fá dømi um fyrimunirnar hjá Danmark – bara í nýggjari tíð.

Hernaðarmálið og NATO
Danmark legði NATO-støð í Føroyum fyrst í seksti-árunum. Í dag vita vit, at hetta varð gjørt við eini undir­hondsavtalu um, at donsk fólkapensjón varð sett í verk í Føroyum. Men hvør fekk nakað burturúr? Bara hendan NATO-støðin hevur givið Danmark eina sparing í hernaðarútreiðslum og skyld­um mótvegis NATO, sum er nógv størri, enn teir pengarnir, ið eru sendir til Før­oya.
Bara sum eitt lítið dømi: Frá 1962 til 1990 hevur Danmark spart í hernaðar­út­reiðslum orsakað av Føroyum og Grønlandi = 85 milliardir krónur. Og í sama tíðarskeiði hava veitingarnar til Føroya og Grønlands verið = 55 milli­ardir krónur. Altso ein spar­ing uppá 30 milliardir. Hetta er skjalprógvað í eini kanning hjá Føroya Landsstýri.

Fleskapolitikkur og fiskimark
Sonevndi “Fleskapolitikk­ur­in”: Heilt fram til 1964 sluppu bretskir trolarar at fiska heilt inn í klettin í Føroyum, hóast ein meiriluti á Løgtingi í mong ár stríddist fyri at fáa fiskimarkið út. Í 1958 góðtóku danir at flyta fiskimarkið út á 12 fjórðingar fyri allar tjóð­ir uttan Bret­land. Hví? Tí hetta var aftur­fyri, at danski land­búnaðurin fekk ser­ligar av­talur um at selja svína­kjøt, smør og egg til Bret­lands, sum hava givið Dan­mark ovur­honds inn­tøkur og møgu­leikar. (Tá vóru jú sterkir toll­múrar í heim­in­um).
Donsk vinna og handil hava hartil í øldir fingið stórar inntøkur av Føroyum. Bæði av vørum, tænastum, byggiverkætlanum, agen­turum fyri alt danska ríkið o.s.fr.

Undirgrundin
Eftir at Tjóðveldi hevði kravt tað í mong ár, eydnaðist endi­liga í 1975 at fáa ein meiri­luta á Løgtingi at krevja undirgrundina á før­oyskar hendur. Men hóast henda meiriluta og sam­ráðingar, noktaði Danmark blankt í 17 ár. Hví? Tí tað varð mett at hava stóran týdn­ing fyri danskt vinnulív, sam­ráð­ingar­støður og valdsstøðu Dan­markar í heiminum, at tey høvdu ræðið á undir­grundini. Men Føroyar kundu havt heilt aðrar møguleikar, um vit sjálv høvdu rátt undir­grundini frá byrjanini (fyri ikki at tala um)

Norðurhøv og Arktis
Og vit kunnu bara taka hend­ingarnar seinasta árið (í 2012), har Kina hevur gjørt avtalur við danskt vinnulív fyri fleiri milliardir krónur. Hví bar tað til? Tí Kina hevur áhuga í serliga Grønlandi. Men sanni­­liga eisini í Føroyum og Norð­uratlantshavi við øllum sínum tilfeingi, komandi skipa­leiðum o.s.fr.

Frælsi hevur størsta virðið
Samanumtikið: Tað er onki løgið, at Danmark røkir síni áhugamál sum hjálandaveldi. Tað hava so mong onnur gjørt undan teimum. Tað løgna er bara, at vit balla hetta inn í “ríkisfelagsskap”. Og at vit mála hesa sjálvkoloniserandi søguna fram: At vit eru ómynd­ingar, ið skulu takka fyri, at Danmark tímir at taka sær av okkum. Meðan Dan­mark fær onki afturfyri.
Frælsi og sjálvræði hevur størsta virði. At selja tað og gera tað upp í peningi er í sjálvum sær ein skeiv hugsan. Men fyri tey, ið vilja selja okkara frælsi og okkara ábyrgd sum fólk fyri pening, er tað ein ótrúliga ringur hand­ilsskapur, ið her fer fram.